Vælferðarlógin er samtykt við aðru viðgerð í Løgtinginum í dag.
- Tað frøir meg almikið, at mítt hjartabarn og hjartablóð, vælferðarlógin, í dag er samtykt við 2. viðgerð. Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll. Tey, ið bera brek og hava avbjóðingar, og ikki minst teirra avvarðandi. Somuleiðis er tað ein stórur dagur fyri okkum øll sum samfelag, at vit nú fáa eina nýmótans lóg um almannatrygd, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen legði uppskotið fyri løgtingið í fjør, men tað var ikki liðugt viðgjørt, tá tingið fór heim. Eyðgunn Samuelsen takkar tí núverandi landsstýriskvinnu við almannamálum, at hon hevur borið uppskotið niðan aftur í løgtingið, og trivnaðarnevndini fyri at avgreiða málið.
- Nú hevur øll politiska skipanin møguleikan at játta pening, so almannaøkið kann útbyggjast upp til eitt nøktandi støði fyri øll tey, ið hava ella fáa brúk fyri eini hjálpandi hond frá samfelagnum. Nú eru karmarnir har. Hjálpandi hondini kann ein og hvør av okkum fáa brúk fyri, sigur Eyðgunn Samuelsen.