Bjarni Hammer
Lesarabræv12. mai 2020
Bjarni Hammer

Hjálparpakkarnir mugu eisini hjálpa fiskavirkjunum

Vinnur eru ymiskar og verða eisini raktar av Covid19 kreppuna á ymsar mátar. Hjálparpakkarnir muna væl hjá flestu av okkara smærru fyritøkum. Men vit hava fleiri miðalstórar fyritøkur, sum at kalla ongan umsetning hava. Og við tí hundraðtals av arbeiðsplássum, sum eru í vanda.

Heilt av Tvøroyri til Klaksvíkar arbeiða hundraðtals av fólki á fiskavirkjum. Virksemið á virkjunum eru lokalir snúningsdeplar og fulstendiga avgerandi fyri lívsuppihaldið á hesum plássum. So seint sum í dag hoyra vit frá Faroe Origin í Runavík, at virkið stendur við fullum goymslum fyri einum stórum tapi. Hetta er eisini galdandi á Tvøroyri, í Fuglafirði og aðrastaðni.

 

Goymslurnar fyllast. Prísurin rapar.

Seinasta mánaðin havi eg hoyrt frá fleiri fiskavirkjum við fullum goymslum, men sum ikki sleppa av við fiskin. Marknaðum í Spania, Italia ella Týsklandi kunnu vit ikki ráða yvir. Men við tað at goymslur fyllast hjá veitarum kring alt Evropa, so fer prísurin eisini at verða væl lægri, tá marknaðirnir opna aftur.

Fiskavirkini og starvsfólkini hava uppiborið eitt svar frá landsstýrinum!

Hvussu ætla tit at gera fyri at tryggja, at virkini ikki noyðast at snara lykilin og senda fólkini til hús? Er nøkur ætlan um at stuðla virkjum við fyltum goymslum, sum standa til at missa nógvar pengar, tá virðið á goymsluni verður realiserað?

Tað tykist greitt fyri øll uttan landsstýrið, at vinnuliga virksemið í Føroyum er sera fjølbroytt, og at avbjóðingarnar eru ymiskar. Tí mugu hjálparpakkarnir snikkast soleiðis saman, at teir raka breiðari, men eisini svara til tørvin hjá einstøku vinnugreinunum. Fiskavirkini eru í eini serstøðu. Og tey hava ikki tíð at bíða leingi afturat.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkuri