Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis stendur í samgonguskjalinum, og nú vil Heðin Mortensen vita, hvussu langt landsstýrið er komið við hesum máli.
Eitt rundskriv hjá tí almenna ásetir, at fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólki er 70 ár. Tað heldur Heðin Mortensen vera skeivt, og tí fer hann í dag at seta landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Heðin Mortensen vil vita, um landsstýrismaðurin kemur í tingið at fremja eina lógarbroyting um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
- Henda lóg skal tryggja, at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki viðvíkjandi fráfaringaraldri, sigur Heðin Mortensen og vísir á, at samanlagt fara lóg og rundskriv at tryggja, at ongi starvsfólk hjá landinum kunnu verða biðin um at fara úr starvi bert vegna aldur.
Tingfundurin byrjaði kl. 11 og 28 munnligir fyrispurningar eru á skrá.