Í vikuni viðgjørdi løgtingið eitt uppskot frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um broytingar í sjófeingislógini. Tað sær út til, at samgongan sleppur kjarnumálinum um veiðiloyvi og kravinum um, at fiskifarið skal fiska undir føroyskum flaggi, til ávísan fiskiskap.
Sleppa kjarnumálinum
Eitt av heilt stóru stríðsmálunum hjá samgonguni var at fáa veiðiloyvi inn aftur í sjófeingislóggávuna og lagt á fiskifarið. Umframt at avtaka uppboðssøluna, so var hetta tað heilt stóra. Bæði áðrenn valið, undir valdystinum og aftaná. Og tað bleiv eisini gjøgnumført. Fiskivinnulóggávan bleiv skrúvað minst 10 ár aftur, uppboðssølan avtikin og veiðiloyvini komu inn aftur.
Men í vikuni viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um broyting í løgtingslóg um sjófeingi, sum snúði seg um at strika treytir um veiðiloyvi og fiskiloyvi til ávísan fiskiskap. Tað má sigast at vera ein av heilt stóru hugsjónarligu broytingunum hjá samgonguni, nú tey sjálvi hava sett hol á at fara burtur frá veiðiloyvinum aftur.
Hvat, ið hevur fingið samgonguna at sleppa hesum fyrrverandi stríðsmáli, er ilt at siga, men staðfestast kann, at lógaruppskotið er lagt fyri Løgtingið. Nógv er vent í holini, nú hesi sokallaðu kjarnuvirðini longu skulu broytast aftur.
Sleppa kravinum um fiskifar undir føroyskum flaggi
Tað er ongin loyna, at partar av samgonguni lovprísa útlendskum eigaraskapi í føroysku fiskivinnuni, sjálvt við ræðusøgum um ovurhonds stór virðir, sum verða flutt úr føroyska samfelagnum. Tí loypur ein lítil detalja í eyguni í broytingaruppskotinum, sum landsstýrið nú er komið við. Orðingin “undir føroyskum flaggi” er nevniliga eisini strikað í broytingaruppskotinum til lógina.
Greinin í galdandi lóggávu er soljóðandi: “Landsstýrismaðurin kann, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi, ella við fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 6, serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan”
Og ætlaða broytingin er soljóðandi: “Landsstýrismaðurin kann, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan.”
Samgongan ætlar altso at strika kravið um veiðiloyvi og fiskiloyvi til ávísan fiskiskap OG at strika kravið um, at fiskifarið skal sigla undir føroyskum flaggi, til ávísam fiskiskap. Hví so er, sigur søgan einki um. Men her er okkurt ófrættakent á vási.
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin