Eyðgunn Samuelsen undrast á, at einki hoyrist um eitt nýtt umfar av trípartasamstarvi um vaksnamannalæru, hóast avtalað varð gjørd at fara undir samráðingar um økið í 2019, tá trípartaavtala varð gjørt um yrkisútbúgvingarøkið.
Í 2019 varð trípartasemja gjørd millum landsstýrið, fakfeløg og arbeiðsgevarar um yrkisútbúgvingarøkið, og royndirnar vóru so góðar, at avtalað var at gera nýggja trípartasemju vaksnamannalæru. Kortini hoyrist einki um eitt nýtt umfar av trípartasamráðingum.
- Í Føroyum hava vit ikki havt siðvenjur við trípartasamstarvi, og tí var avtalan, sum undanfarna landsstýri gjørdi saman við arbeiðsgevarum og fakfeløgunum, slóðbrótandi, sigur Eyðgunn Samuelsen, og heldur fram:
- Trípartasamstarv eigur at vera ein týðandi liður í at loysa tær stóru avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum, og spyrt tú meg, burdu vit gjørt hetta oftari. Tí er tað óheppið fyri allar partar, at trípartasamstarvið ikki verður tikið uppaftur, tá vit høvdu so góðar royndir við tí undir farnu samgongu. Harafturat er tað óheppið fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum at avtalur ikki halda tvørtur um samgonguskeið. Partarnir løgdu nógv fyri at fáa avtaluna í lag.
Trípartasemjan millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini fevndi m.a. um viðurskifti hjá lærlingum, fleiri læru- og praktikkpláss innan tað almenna, konjunkturjavnandi amboð av landsvegahaldi og umvæling av almennum bygningum, og um treytir í sambandi við útbjóðing við tí endamáli at útbúgva vinnuna.
Eyðgunn Samuelsen hevur tí sett landsstýrismanninum í mentamálum fyrispurning, um ætlan er at fremja avtalurnar, sum gjørdar vórðu í 2019 um yrkisútbúgvingarøkið, og um landsstýrið hevur ætlan um at taka trípartasamstarvið uppaftur.
Sí fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9666