Vit eru í eini støðu, har ungar barnafamiljur kæra sína fíggjarligu neyð í miðlunum. Tá eru vit á vandakós. Tað eigur ikki at henda. Og nú er stórur tørvur á, at øll politiska skipanin stendur saman.
Vit mugu gera átøk beinanvegin, sum tryggja, at øll hava ráð at liva.
Tað sigur alt um bæði støðuna í dag, men eisini støðuna áðrenn prísvøksturin, at foreldur mugu velja, hvørjar familjulimir tey vilja metta.
Alt hetta valskeiðið hevur Javnaðarflokkurin varpað ljós á átøk, sum kunnu gera mun.
· Skattaminking til láglønt
· Lyfta lønina hjá fakbólkum, sum søguliga hava verið fyri lønarmismuni
· At seta á stovn almannagagnlig bústaðafeløg, sum kunnu tryggja bíligari húsaleigu, tí
felagið skal einki avkast hava
· Stuðul til tey, sum ikki hava ráð at skifta oljufýr út við varandi orku
· Lækka ella avtaka mvg á gerandisvørum so sum breyð, mjólk, frukt og grønmeti
Hesi átøkini mugu fíggjast. Tað má vera skil í. Tí má ali- og uppsjóvarvinnan rinda munandi meira.
Men í løtuni er eisini tørvur á bráðfeingis átøkum. Og vit í Javnaðarflokkinum halda ikki, at flokkar skulu melda út í eyst og vest um tíggjutals ymisk bráðfeingis átøk.
Allir flokkar skulu savnast og finna eina semju. Heitt verður á landsstýrið um at kalla flokkarnar saman alt fyri eitt, soleiðis at vit finna eina felags loysn. Vit skulu vísa ábyrgd, tí tað er júst ábyrgd, sum er latin okkum upp í hendi sum løgtings- og landsstýrisfólk.
Tað er tað einasta, sum hjálpir teimum, ið av neyð mugu venda sær til miðlarnar at varpa ljós á eina vandakós.
Vónandi kunnu allir flokkar skjótast gjørligt og í semju hjálpa illa sperdu familjunum.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum