26. oktober 2022

Hesi menniskjuni hava ongan kjans

Eg vaks upp í einum heimi og umhvørvi, har tilvitskan um órættvísi var stór. Og har nógv tóku kampar ímóti tí órætti, tey sóu í samfelagnum.

Omma mín Edith Dahl arbeiddi á Bacalao. Hon var ein teirra, sum saman við m.a. Andreu Árting og øðrum góðum kreftum í Havnar Arbeiðskvinnufelag, stríddust fyri líkaløn millum kvinnur og menn. 
 
Umframt at vera tingkvinna fyri Javnaðarflokkin var mamma mín í nógv ár í Barnaverndini. Og sum lærari var hon upptikin av barnarættindum sum heild og teimum næmingum, sum høvdu ringastu fortreytirnar. 
 
Sum virkisleiðari ynskti pápi mín at góðska framleiðsluna soleiðis, at mest fekst burtur úr okkara tilfeingi. Men tað var serliga arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum, sum hann gekk høgt uppí. Hann vildi, at starvsfólkini skuldu kunna kenna seg aftur í og vera góð við sítt egna arbeiðspláss. At tímalønt skuldu fáa betri sømdir á arbeiðsmarknaðinum. 

Eg minnist serliga væl tað eina kvøldið, har foreldur míni fóru at práta um órættvísið í heiminum. Um hví tað vóru summi, sum høvdu nógv, meðan onnur máttu klára seg við ongum. Um børn, sum gerast offur fyri teirri tilvild, sum hevur rakt foreldur teirra. Um fátækradømið, ið finst í øðrum heimspørtum.  

- Hesi menniskjuni hava ongan livandi kjans, segði pápi mín. 

Eg haldi, at vit øll tá blivu samd um, at tað er uppgávan hjá einhvørjari politiskari skipan at virka fyri, at øll hava ein kjans. At tey, sum hava lítið, mugu fáa meira. Og at hendan uppgávan eisini er altjóða. 

Og eg haldi tað var dagurin, eg bleiv javnaðarmaður. Í einum heimi, har forvitni og altjóða útsýni valdaði. Eitt heim, sum visti, hvussu týdningarmikil vælferðarstaturin er.

Eitthvørt val í norðurlondum er eitt vælferðarval. Tí vit síggja, at allastaðni vaksur inntøkumunurin. Vit uppliva, at savningarmegin minkar. At tað gerst longri millum okkum. 

Og seinastu árini hava eisini víst, hvussu ójavnt kreppur raka. 

Korona rakti tey veikastu harðast. Og inflasjónin hóttir at skrykkja grundarlagið undir teimum, ið eru ringast fyri. 

Eitthvørt val er eisini eitt val millum samstarv ella avbyrging. Eitt val millum úrslit fyri vanlig fólk ella høgtflúgvandi luftkastellir. Tað er eitt val, sum snýr seg um, hvørji vit vilja vera. Um vit vilja søkja felags loysnir ella skapa ósemjur. 
 
Tí uttan mun til prinsippir skal politikkur altíð snúgva seg um at tryggja teimum, sum lítið hava, meira. Tað skal snúgva seg um at geva teimum við ringum útlitum ein betri kjans. 

Sosialdemokratar hava altíð havt eitt altjóða útsýni sum grundarstein. Vit hava altíð eggjað til gagnligar loysnir og samstarv tvørtur um landamørk. 

Soleiðis skapa vit úrslit. 
 
Hetta er tað, eg taki við mær, verði eg valdur á fólkating 31. oktober.
 
Jóan Pauli Dahl Jakobsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin