Hans Jacob Thomsen
Lesarabræv01. november 2019
Hans Jacob Thomsen

Heimsins bestu fiskivinnu

Javnbjóðis kapping eru tryggastu karmar.

Vit eiga at seta okkum sum mál, at vit skulu hava heimsins bestu fiskivinnu.
Okkara fiskivinna skal verða lívfrøðiliga, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg, og hon skal verða leys frá politiskari ávirkan.

Og tað gera vit best við opnari og rættvísari kapping, har øll hava javnbjóðis møguleika at bjóða seg fram.

Við at geva nøkrum fáum tilvildarliga útvaldum fyritøkum øll veiðirættindi til okkara fiskatilfeingi, geva vit teimum ikki bara milliardavirðir í gávu hvørt einasta ár; vit forða eisini fyri kapping í vinnuni, og taka harvið alla eggjan til at at betra seg burturúr vinnuni.

Ein marknaðargrundað skipan, við kapping, eggjar harafturímóti vinnuni til áhaldandi at gera íløgur, tí tá er alt tilverugrundarlagið, undir fyritøkunum í vinnuni, treyta av, at tær klára seg í kappingini.

Kapping tryggjar, at tær fyritøkur, sum klára at virðisøkja fiskin mest, og sum duga best at tillaga seg til broyttar treytir og umstøður, sleppa framat at fiska okkara fiskatilfeingi.

Í einari sunnari vinnu gera fyritøkur íløgur, tí tær eru noyddar at vága og gera íløgur fyri yvirhøvur at kunna sleppa framat marknaðinum.

Um vinnan hinvegin er tryggjað inntøkur hvørt einasta ár, er ikki so neyðugt at gera íløgur, og ræðslan fyri at missa tryggu inntøkurnar kann gerðast størri enn viljin til at vinna meira.

Um vit skulu hava eina fíggjarliga-, umhvørvisliga- og lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu, er kapping einasta loysnin.

 

Kapping riggar

Ofta er veruleikin ikki so torskiltur.

Fyritøkur í kapping stremba eftir at veiða so effektivt sum gjørligt, og eftir at fáa so nógv fyri veidda fiskin sum gjørligt.
Tá fyritøkurnar verða effektivari, fáa vit eina fíggjarliga burðardyggari vinnu. Og tá besti prísurin fæst fyri umhvørvisvinarligari vørur, vilja fyritøkurnar stremba eftir at verða umhvørvisvinarligari, og vit fáa eina umhvørvisliga burðardyggari vinnu.

Um landið selur veiðirættindini á einum marknaði, sleppa fyritøkurnar bara at fiska tær nøgdir, tær hava keypt rættindi til; tá kunnu vit lættari stýra nøgdunum, ið verða fiskaðar, og kunnu tí eisini verða lívfrøðiliga burðardyggari.

Við einari uppboðssølu tryggja vit eisini, at vinnan sleppur undan politiskari ávirkan. Tí tað einasta, politiska skipanin kann ávirka, er nøgdin, ið verður bjóða út á uppboðssøluni, alt annað verður stýrt av vinnuni sjálvari gjøgnum kappingina.

 

Uppboðssølan hevur riggað væl

Vit hava eisini longu sæð, hvussu væl uppboðssølan av veiðirættindum hevur riggað.
Fyritøkurnar hava hvørt ár kappast um at fáa fatur á teimum rættindunum, ið vórðu seld. Og hækkandi miðalprísurin sigur okkum eisini, at fyritøkurnar helst hvørt ár klára at fáa meira burturúr hvørjum kg.
Einasta dømi um, at onki varð selt, var tá ein minstiprísur, ið var omanfyri tað, fyritøkurnar vildu bjóða, varð ásettur; men tey rættindini vórðu seld, tá minstiprísurin varð avtikin.

Við at strika uppboðssøluna missa vit eisini fatanina av, hvussu nógv veiðirættindini eru verd, og tað verður lættari hjá politikkarum at lækka tilfeingisgjaldið, ella lata seg trýsta av vinnuni til at lækka tað.

At ongin nýggjur aktørur keypti rættindi á uppboðssøluni er ikki nakar trupulleiki, tí tað hevur ongantíð verið nakað krav, at nýggir aktørar skuldu koma inn í vinnuna; tað týdningarmesta er, at øll hava møguleika til tað.
Tað er tó møguligt, at treytirnar, og avmarkaða mongdin á uppboðssøluni, gera kappingina, millum verandi og nýggjar aktørar, sum royna at sleppa inn, ójavna, og hava tí viðvirkað til, at ongin nýggjur aktørur slapp framat.

 

Landið tekur váðan

At verandi skipan ikki livir upp til krøvini fyri at fáa  heimsins bestu fiskivinnu, kunnu vit øll vera samd um.
Men, ætlanin, sum nú liggur í kortunum, fer tíverri at flyta okkum nógv ár aftur í tíðina og gera støðuna munandi verri.

Hon letur verandi aktørum í vinnuni allan ágóðan, meðan samfelagið átekur sær allan váðan.
Ein ineffektiv vinna koppar fyrr ella seinni, og øll vaksin í dag minnast, hvørjar fylgjur, tað hevur við sær.

At nakrar fáar tilvildarliga útvaldar fyritøkur tjena 100-tals mió um árið vegna teirra framíhjárættindi, er eisini ein fólkaræðisligur trupulleiki.
Teirra framíhjárættindi geva teimum í løtuni ein stóran yvirnormalan vinning, sum heldur enn at verða brúktur til íløgur í vinnuna, verður brúktur til at keypa alt møguligt annað í samfelagnum og harvið fáa alsamt størri politiska ávirkan og vald.

Og tað er ongastaðni so vandamikið, sum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar.