Aksel V. Johannesen
Lesarabræv23. februar 2021
Aksel V. Johannesen

Heilsan til Starvsfelagið á 60 ára degnum

Í dag eru 60 ár síðan, at Starvsmannafelagið (nú Starvsfelagið) sum vit kenna tað, varð sett á stovn. Hesi 60 árini hevur felagið kempað fyri og vunnið rættindi til limir sínar. Rættindi, sum fleiri okkara helst hava lyndi til at taka fyri givið í gerandisdegnum, men sum als ikki eru nøkur sjálvfylgja.

Starvsfelagið hevur gjøgnum ár og dag eisini ognað sær eina rúgvu av vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin. Sum politiskur flokkur hava vit ofta havt gleði av, at spyrja Starvsfelagið til ráðs, tá viðkomandi mál hava verið á skrá.

Javnaðarflokkurin fer við hesum at ynskja felagi og nevnd, bæði verandi og fyrrverandi, og øllum limum felagsins hjartaliga til lukku við 60 ára degnum og somuleiðis til lukku við nýggja samleikanum. Vit fara eisini at ynskja Starvsfelagnum blíðan byr og góðan arbeiðshug í árunum, sum koma, við vón um framhaldandi gott samstarv.

 

Vegna Javnaðarflokkin

Aksel V. Johannesen