Hans Jacob Thomsen er nývaldur løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og hevði í farnu viku sína fyrstu røðu á tingi, har hann umrøddi fíggjarlógina.
“Vit mugu ongantíð vera nøgd. Vit mugu altíð stremba eftir, at gera Føroyar til eitt betri samfelag.”.
Soleiðis segði Hans Jacob Thomsen undan løgtingsvalinum í fjør. Hann vísti á øll tey framstig, sum eru hend í okkara samfelagi seinastu árini, men minti okkum á, at vit ongantíð skulu gevast at gera samfelagið betri.
Nú er Hans Jacob Thomsen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og í farnu viku helt hann sína fyrstu røðu, har hann segði, hvat hann helt um innihaldið í fíggjarlógini fyri 2023.
Hann frøddist um, at yvirskotið á fíggjarlógini var munandi hægri enn tað hjá undanfarnu samgongu, og vísti samstundis á, at eitt fíggjarligt yvirskot tað eina árið ikki tryggjar, at vit eru fíggjarliga haldfør - altso at vit hava nóg mikið av pengum at halda samfelagnum uppi uppá longri sikt. Her skulu nýskipanir til, vísti Hans Jacob Thomsen á.
Vit mugu ikki gloyma føroyingar í fátækraváða
Í røðuni tosaði Hans Jacob eisini um, at tað eru føroyingar, sum hava trupult at fáa pengarnar at røkka til dagin og vegin.
“Men, vit skulu eisini liva beint nú, og mugu tí heldur ikki gloyma, at tað eru føroyingar í rættiliga stórum tali, ið hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, og nógv bendir tíverri á, at nógv av okkara børnum liva í fátækraváða, og at talið av teimum er vaksandi”, segði hann í fyrstu røðu síni á tingsins røðarapalli, og heitti á landsstýrið at veita hjálp til føroyingar í fátækraváða skjótast til ber.
“Arbeiðið er tó í gongd at finna ein leist at veita hjálp, og tað er tí sjálvandi mín áheitan á landsstýrið at skunda undir hetta arbeiðið so nógv gjørligt.”.
Vil virka fyri útjaðaranum
Hans Jacob Thomsen er búsitandi í Hoyvík, men hann er ættaður úr Sumba og hevur hevur eitt brennandi ynski um, at allir føroyingar verða javnsettir uttan mun til, hvar teir búgva. Í røðu síni, har hann umrøddi fíggjarlógina fyri 2023, gleddist hann um, at pengar eru settir av at tryggja suðuroyingum dialýsuviðgerð í oynni, so teir ikki noyðast at ferðast til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Hetta er eitt gott stig á leiðini at javnseta allar føroyingar, heldur Hans Jacob, sum segði soleiðis í røðu síni:
“Og tá man, sum eg, er uppvaksin í útjaðaranum av Føroyum, og tí eisini hevur eitt brennandi ynski um at javnseta allar føroyingar, óansæð hvar í Føroyum teir búgva, gleðir tað meg serliga nógv, at vit í summar fáa eitt trygt dialysuviðgerðartilboð í Suðuroynni, soleiðis at teir suðuroyingar, ið hava brúk fyri dialysuviðgerð, sleppa undan at ferðast til Havnar fleiri ferðir um vikuna við teimum avbjóðingum, tað nú einaferð viðførir.”.
Hans Jacob endaði røðu sína við at taka samanum fíggjarlógaruppskotið, sum hann heldur, vit kunnu vera nøgd við, hóast tað eru avbjóðingar, sum skulu takast í álvara sum skjótast.
“Sum ein rættiliga óroyndur partur av einari nýggjari samgongu, hevði eg viljað, at nógv fleiri økir vórðu raðfest í hesum fíggjarlógarupskotinum, men havandi í huga, tíðarfreistir og so framvegis, umframt at fíggjarligur politikkur verður tikin í álvara, so er hetta ein fíggjarlóg, vit kunnu liva við, treytað av, at nakrar av teimum avbjóðingunum, vit hava í samfelagnum verða tiknar upp sum skjótast.”.
Sum Hans Jacob segði undan valinum, so eru tað teir breiðastu herðarnir, sum skulu bera tyngstu byrðurnar, soleiðis at vit øll saman ganga framá, meðan eingin liggur eftirá.
Javnaðarflokkurin fegnast um at hava fingið Hans Jacob á ting og ynskir honum hjartaliga til lukku við fyrstu og sera væl frágingnu røðuni.
Hans Jacob er sumbingur og giftur Anniku, sum hann býr saman við í Hoyvík við teirra trimum børnum. Hans Jacob hevur starvast í KT-vinnuni í nógv ár, og er nú løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin. Hann er limur í trivnaðarnevndini, sum gevur Løgtinginum tilmæli í almanna-, heilsu-, og javnstøðumálum. landsstýrismálanevndini, sum hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lóggávuna.