Jóhannis Joensen vil hava løgmann at koma við einum uppskoti sum skjótast, sum forðar útendingum í at uppkeypa fastognir í Føroyum. Tá ferðavinnan kemur í gongd aftur, veksur eftirspurningurin hjá útlendingum eftir frítíðarhúsum helst aftur, og tí skulu vit handla nú, vísir javnaðartingmaðurin á.
Í løtuni er eingin áseting, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastogn í Føroyum. Tí er í veruleikanum møguligt hjá stórum útlendskum fyritøkum ella múgvandi einstaklingum at keypa stór jarðarstykkir ella til dømis meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj. Tað má ikki henda, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sent løgmanni ein §52 fyrispurning, har hann vísir á, at onnur lond hava ásetingar um avmarkingar hjá útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir. Sum dømi kann nevnast, at Danmark hevur reglur fyri summarbústaðir. Í Álandi er sonevndi “Hembyggdsratt”, har bert fólk, ið hava bústað ella hava búð í ávíst tíðarskeið í Álandi, hava rætt at keypa jørð, bústað og fastogn.
- Føroyska landøkið við 18 oyggjum er sera avmarkað í stødd við smáum bygdum og býum, og avleiðingarnar av útlendskum uppkeypi kann tí vera størri her enn aðrastaðni. Tí mugu vit hava greiðar reglur fyri, í hvønn mun útlendingar, uttan tilknýti til Føroyar, kunnu keypa hús og jørð í Føroyum, sigur Jóhannis Joensen.
Í mars mánaði legði Tjóðveldi eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at forða fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum. Í tí sambandi fekk Vinnunevndin upplýst frá ognarmeklara, at í onkrari bygd í Føroyum hava útlendingar keypt fleiri hús, og at áhugin frá útlendingum sum heild er stórur. Uppskotið til samtyktar varð felt, hóast løgmaður stutt frammanundan hevði boðað frá, at hann tók málið í álvara, og at hann fór at taka stig til politiska viðgerð av málinum.
- Enn er landsstýrið ikki komið við nøkrum uppskoti, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastognir í Føroyum, og tá ferðavinnan aftur blómar, kann tað hugsast, at eftirspurningurin hjá útlendingum eftir frítíðarhúsum aftur verður vaksandi. Tí vil eg hava løgmann at handla nú, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.