Tað er enn ikki komið glið á ferðsluna í Eysturoyartunlinum, og tí er átrokandi, at okkurt verður gjørt. Antin skal ferðastuðulin hækka ella tunnilsgjaldið lækka. Men tað má gerast beinanvegin, so hetta ikki gongur ov nógv út yvir pendlararnar.
Ferðandi, sum skulu til arbeiðis hvønn dag, hava eina eyka útreiðslu á millum 2.000 og 3.000 krónur um mánaðin. Samstundis skulu tey sum skattgjaldarar vera við til at fíggja manglandi nýtsluna av sama tunli. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman.
Pendlarar skulu velja ímillum at missa tíð ella stórar upphæddir. Teir kunnu brúka gomlu leiðina og missa óneyðuga tíð saman við sínum kæru ella brúka stórar upphæddir, sum kundu verið brúktar til aðrar týdningarmiklar postar so sum gerandisvørur e.l.
Landsstýrismaðurin tosar um, at ferðastuðulin verður endurskoðaður. Men útreiðslan hjá pendlarum verður størri og størri fyri hvønn dag, sum gongur. Tað er lítil ivi um, at her má okkurt gerast beinanvegin. Ein partur av loysnini er at hækka ferðastuðulin, og tí er óskiljandi, hví tað dregur so nógv út hjá landsstýrismanninum.
Eg virði, at tunnilsfelagið ásetir tunnilsgjaldið, men í núverandi støðu bendir nógv á, at prísurin eisini má lækka fyri at fáa ferðsluna á glið. Vónandi verður hetta málið loyst sum skjótast.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna