Í løtuni hoyra vit fleiri boð upp á, hvussu vit loysa starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum. Onkur nevnir serskattaskipan við skattafrádrátti. Onnur nevna útlendska arbeiðsmegi. Men sjálvandi mugu vit byrja við lønini hjá starvsfólkunum, sum longu arbeiða á økinum.
Landsstýrið og kommunurnar eru arbeiðsgevarar hjá starvsfólkunum. Tað er arbeiðsgevarin, sum ásetur lønina. Tí ber væl til hjá politiska myndugleikanum at hækka lønina. Og tað er tað, vit skulu gera, áðrenn tað er ov seint.
Tað tykist sum, at allar aðrar óumhugsaðar loysnir skulu finnast áðrenn uppløgdu loysnina, sum er at hækka lønina. Tað loysir ikki alt, men tað er ein góð byrjan.
Føroyar hava brúk fyri arbeiðsmegi, og vit mugu tillaga okkum eftir tørvinum, sum er. Men amboðið er ikki at veita frádráttir í skattalógini ella innflyta útlendska arbeiðsmegi. Loysnin er at geva verandi starvsfólkum eitt lønarlyft, sum tey hava uppiborið.
Javnaðarflokkurin hevur lagt fleiri uppskot fram, sum kunnu gera stórar batar:
Einki uppskot hevur fingið undirtøku frá samgonguni. Men vit fella ikki í fátt. Vit halda fram við at arbeiða fyri hesum broytingunum, tí vit eru sannførd um, at gerast hesi viðurskiftini betri, so eru vit væl á veg.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin