Bergur P. Dam
Lesarabræv19. juni 2020
Bergur P. Dam

Gyklaspæl - Jørgen og Annika í Hornatøkum

Í seinastuni hava vit verið vitni til eitt tykisstríð millum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, bæði úr Fólkaflokkinum.

Sum kunnugt verður býráðsval í november. Og knappliga er Annika blivin so ásýnilig sum valla fyrr. Hon vitjar hvønn býling og hvønn krók, har eitthvørt fyriferst. Sáttmálar verða gjørdir um hetta og hatta, ætlanir lagdar og kunngjørdar á sosialu miðlunum. Og hesar seinastu dagarnar hevur hon eisini verið forsprákari fyri lønarhækkingum hjá limunum í Starvsmannafelagnum.

Jørgen sigur nei. Annika sigur ja.

Jørgen sýtir fyri at góðtaka sáttmálan, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt við Starvsmannafelagið, hann skjýtir seg undir koronu. Hetta heldur hann fer at seta hann í gott ljós, tí  hann at síggja til situr tungt á kassanum. Samstundis er støðan funnin fressur hjá Anniku Olsen at styrkja sína støðu í kommunuvalstríðnum.

Jørgen Niclasen veit væl, at hann ikki samstundis kann góðkenna sáttmálan, ið hann sjálvur gjørdi við Starvsmannafelagið, uttan eisini at góðtaka tann seinna, sum er meinlíkur. Tí fer hann sjálvsagt at bakka í hesum málinum. Og tá hann er bakkaður, stendur Annika Olsen eftir sum borgarstjórin, sum  bardist rættvísisstríð fyri kommunalu lønartakararnar. Valprofilurin er pussaður og hvestur.

Tað eru tey, ið siga, at tað er ikki so. Men støðan líkist merkiliga nógv øðrum tykisstríðum í Fólkaflokkinum. Og tí stingur illgrunin seg upp, at hetta er tað reina spæl fyri gallarínum.

 

Bergur P. Dam, formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag