Aftaná aðalfundin í Norðoya Javnaðarfelag í gjárkvøldið var greitt, at Gunnvá Tróndardóttir Joensen er nýggj forkvinna í felagnum.
Petur Martin Hansen, sum hevur verið formaður seinastu 8 árini, valdi at leggja frá sær, og tí skuldi nýtt forfólk finnast.
Javnaðarflokkurin vil við hesum takka Petur Martini Hansen fyri tað stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri flokkin, øll tey árini hann hevur virkað sum formaður felagsins. Og somuleiðis vilja vit ynskja Gunnvá Tróndardóttir Joensen blíðan byr í komandi tíðum.