Bjørg Dam
Lesarabræv24. november 2022
Bjørg Dam

Góði Veljari

Løgtingsval 2022

Góði veljari

 

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 8. desember undir herrópinum javnrættur, rættvísi, samhaldsfesti og hjálp til tíðina! 

 

Eg vil, at vit raðfesta og tryggja grundtænastur til borgaran hægri, og at vit ásanna, at tað eru vit, fólkið, ið skapa virðini, og ikki øvugt! 

 

Bert við góðum trivnaði og útbúgvingarmøguleikum, har øll fáa javnbjóðis møguleikar at menna sínar íbornu gávur og gagnnýta sítt potentiali, verða vit eitt ríkt samfelag í breiðastu merking. 

Trivnaður er treytaður av, at vit í gerandisdegnum eru trygg, búgva væl, ganga í skúla ella hava eitt meiningsfult starv. Hava tíð til okkara kæru og trygd fyri, at heilsu- og almennaverk hjálpa okkum skjótt, um tørvur er á tí. Trivnaður er eisini, at vit fara væl um okkara náttúru og seta ígongd ein framskygdan umhvørvispolitikk, soleiðis at okkara børn og barnabørn, hava eina bjarta framtíð.

 

Okkara mál og mentan, ið eru grundarsteinurin undir tjóðskaparkensluni, er undir trýsti. Tí skal góða varðveitingararbeiði, ið er í gongd styrkjast munandi. Eitt nú skal barnatilfar framleiðast og vera á pallum har børn eru. Td. skula ljóðbøkur verða tøkar til øll.  

 

Míni hjartamál eru mong, her eru nøkur:

💙 Børn og vaksin við serligum tørvi
💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum
💚 Skjótt og klókt orkuskifti
💚 Endurnýtsla, 🇫🇴stuttflutt🇫🇴 og reint umhvørvi
🇫🇴 Okkara dýrabæra mál og mentan
❤️ Lønarlyfti til menniskju, ið arbeiða við menniskjum
💙 Viðgerartrygd og endurvenjing
❤️ Javnbjóðis atgongd til læru og arbeiðsmarknaðin
🌈 Rættin at verða tann tú ert
 

Eg havi nógva orku, havi nógv úrslit at vísa á. 

Eisini brenni eg innarliga fyri málum, sum tykjast smá, men sum tó eru stórur partur av trivnaðinum og inntøkugrundarlagnum hjá okkum øllum. 

 

Til seinast góði veljari, vil eg heita á teg, um at velja øðrvísi, um tú ynskir tað øðrvísi.

 

Eg vil tað øðrvísi! 

 

Bjørg Dam 

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum