Tá vit fyri einum ári síðan ynsktu hvørjum øðrum gott nýggjár, vistu vit lítið um, hvat nýggja árið fór at bjóða. Um nakrar tímar siga vit farvæl við ár 2020. Eitt ár, sum fyri tey allarflestu hevur verið eitt løgið ár, har lítið hevur verið, sum tað plagdi at vera.
Fyrst og fremst eiga vit í Føroyum at vera takksom fyri, at smittan ikki hevur rakt okkum harðari, enn hon hevur. Samanbera vit okkum við restina av heiminum, so eru vit komin serstakliga væl ígjøgnum árið. Skilagóðar avgerðir eru tiknar, og heilsuverk og serfrøðingar okkara hava veruliga víst sítt virði í árinum, sum nú fer. At vita sær, at dugnaligir granskarar, heilsustarvsfólk og onnur hava sett alt til síðis fyri at leiða okkum væl ígjøgnum árið, hevur veitt okkum tryggleika í eini broytiligari tíð.
Flestu menniskju ræðast broytingar í størri ella minni mun. Men onkuntíð skulu broytingar til fyri at flyta okkum fram á leið. Við koronusmittuni komu boðini um at fara niður í ferð, og bæði sum samfelag og sum einstaklingar hava vit koyrt í einum lægri geari, enn vit gjørdu í fjør. Fyri mong hevur tað verið eitt ár, sum hevur verið merkt av einsemi og stúranum. Og fyri onnur hevur árið verið eitt høvi til at steðga á og hugsa um, hvussu vit hava livað, og hvussu frameftir vilja liva.
Tað skal vera mín vón, at vit í 2021 raðfesta grundleggjandi vælferðartænastur hægst. At vit síggja ómetaliga virðið í vælferðarsamfelag okkara, í heilsuverkinum, í almannaverkinum og skúlaverkinum, og at starvsfólkini í hesum geirum fáa ta virðing, sum tey hava uppiborið. At vit fáa fleiri bíligar leigubústaðir, so øll hava eitt stað, sum tey við vissu kunnu kalla sítt heim. At tað verður lættari hjá smáum vinnurekandi, so vit framhaldandi kunnu hava eitt fjølbroytt og ríkt vinnulív. Og at samfelagið kemur upp aftur í eina skilagóða ferð, har størstu atlit verða tikin til náttúru og umhvørvi.
Mest av øllum vóni eg, at 2020 hevur lært okkum týdningin av samanhaldinum og samanhangsmegini í samfelagnum, og at vit øll taka tað við okkum inn í árið, sum kemur.
Við hesum fari eg vegna Javnaðarflokkin at ynskja øllum, bæði á sjógvi og landi, eitt heilsugott og eydnuberandi nýggjár.
Aksel V. Johannesen