07. desember 2023

- Gott at leggja almenn arbeiðspláss uttanfyri høvuðsstaðin, tá tað ber til

Seinnapartin varð boðið til almenna móttøku á Giljanesi, nú stásiligi og sermerkti bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum er liðugur. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Sjóvinnustýrið nú kemur heim aftur vestur í Vágar.

- Tað hevur altíð verið høvuðsuppgáva Javnaðarfloksins at knýta fólk og land saman. Henda uppgávan er áhaldandi og minst líka umráðandi í hesum tíðum. Vit vilja hava einar Føroyar, har fólk í øllum økjum í landinum hava somu møguleikar”. Jóhannis leggur aftrat, at:
 
- Vit vilja tí, í tann mun tað ber til, leggja nýggj almenn arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin.
 
Tað var í 2002 at táverandi landsstýrismaður, Jørgen Niclasen, gjørdi av, at Sjóvinnustýrið skuldi staðsetast í Vágum. Í 2016 mátti Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum, tí bygningurin ikki leyk neyðug myndugleikakrøv. Árið eftir tók táverandi samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn avgerð um, at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning á Giljanesi.