Havnará skal latast upp aftur í miðbýnum.
Tá eg í undanfarnu setu sat sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, settu vit gongd á mangt og hvat, ið skapti trivnað og lív í miðbýnum í Havn. Eg kann úr rúgvuni nevna Trappuna, Steinatún, lestraríbúðir í Finsen og Grasagarð sum dømi um hetta.
Men hesi fýra árini, sum núverandi meiriluti hevur valdað á Vaglinum, er lítið og einki hent í miðbýnum í Havn.
Nú er upp á tíðina, at vit fáa gongd á aftur, og sjálvur havi eg leingi arbeitt við at funnið eina loysn, ið kann lívga miðbýin við nøkrum, sum minnir um góðu, gomlu Havnará, sum mong minnast hana. Eftir hesum uppskoti endar áin við Tinghúsvøllin og kemur at hava eitt dýpi upp á umleið hálvanannan metur.
Miðbýurin í Havnini kann ikki liva við ongari menning, men har má gongd fáast á aftur. Tí er hetta nakað av tí, eg vil virka fyri, um eg verði valdur á býráðsvalinum tann 10. november.
Tróndur Sigurðsson
býráðslimur