Anne Mette Greve Klemensen var gestarøðari til landsfundin 2023. Les røðuna her.
Takk fyri innbjóðingina til tykkara landsfund og fyri møguleikan at seta fokus á nøkur viðurskifti, ið liggja mær á hjarta. Tað er djarvt av tykkum at biðja ein prest, ið hevur sín serkunnleika í Guðs ríki, úttala seg um samfelagið Føroyar. Guðs ríki er í góðum hondum, so nú fari eg at greiða frá einum ríkidømi, ið er við at fara í upploysn: Bygdarsamfelag Føroya. Orsøkirnar eru kompleksar og ábyrgdin er felags, men eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin verður ein partur av loysnini, tí tit fingu nógv litið upp í hendi til seinasta val.
Eg havi verið í embæti í Suðurstreymi í trý ár við bústaði á útoyggj (Nólsoy), og havi eg fleiri ferðir upplivað, hvussu fólk stúrsa við, tá eg geri tey uppmerksom uppá, at Føroyar eru eitt oyggjasamfelag. Tað er blivið so vanligt at kunna koyra allastaðni nærsum helst, at vit ikki hugsa um, at ferjusamband er til. Og tá tað riggar, er tað enntá ein fínur máti at ferðast uppá.
Fólk spyrja meg javnan:
Ert tú ofta í Havn? Ja, dagliga. Ert tú komin yvirum í morgun? ja, hvønn dag, og útaftur eisini. Summar dagar tvær ferðir. Rullaði tað? Eg hugsi ikki um tað. Tað hendir nakrar ferðir hvønn vetur, at eg eri veðurføst, men teir dagarnar sita fólk á fastlandinum eisini ofta heima við hús. Eg var fleiri ferðir veðurføst í Fuglafirði ta tíðina, eg búði har. Tað er eingin skandala, og er tað er nakað, sum er rótføroyskt, so er tað at verða veðurfastur. Er tað nakað, sum vit funnu útav undir corona, so var tað, at tey flestu eru fleksibul arbeiðsmessiga. Tað bar til fyri 100 árum síðani, og tað ber eisini væl til í 2023 at skifta vaktir sínámillum og finna kreativar loysnir, tá illveður ella sjúka setir dagsskránna.
Infrastrukturur hevur havt allar hægstu raðfesting í Føroyum í nýggjari tíð, og tað er alneyðugt í einum modernaðum samfelag, ikki minst tá samfelagið er eitt oyggjasamfelag. Vit kundu brúkt restina av degnum uppá at skift orð um, hvørjar raðfestingarnar eru neyðugar, skilagóðar, ov dýrar og so víðari. Men tað er ikki evnið hjá mær í dag.
Hjartamálið hjá mær er, at bygdunum skal verða lív lagað. Tá eru vegir, tunlar og ferjusamband ein fortreyt. Men tunlar í sjálvum sær eru ikki svarið, tá hugt verður eftir, hvørjar trupulleikar vit serliga kenna í samfelagnum sum heild í dag:
Vantandi trivnaður. Strongd. Angist. Tunglyndi. Sjúkrameldingar. Multidiagnostiseringar. Heilsutrupulleikar vegna vantandi rørslu. Ov nógv børn í hvørjum flokki. Mangul uppá vøggustovupláss.
Bygd og býur
Stórbýurin er fullur av møguleikum og tilboðum. Eg eri úr einum lítlum býi, men eg havi búð mitt í Keypmannahavn í 10 ár og treivst sera væl. Tey, sum búðu uppiá eisini, haldi eg. Tey, sum svóvu uttan fyri mínari dyr, trivust aldeilis ikki. Heldur ikki tær, sum arbeiddu illegalt á bordell í kjallarinum. Eingin av okkum kendist, men vit heilsaðu javnan uppá hvønn annan og livdi á sama matrikulnummari. Øll vóru vit tilflytarar í býnum og høvdu brúk fyri at knýta bond til onnur, men vit høvdu ikki líka góð kort á hondunum og har var eingin natúrligur felagsskapur okkara millum hóast vit búðu sama stað. Summi fingu relatiónir og arbeiði, meðan onnur tíverri høvdu sosialar trupulleikar, kendu seg einsamøll og søktu sær troyst í fløskuni.
Mínar royndir sum prestur í høvuðsstaðnum gjøgnum tey seinastu 3 árini, vísa tó eisini, at einsemi ikki er eitt kjøpinhavnarfenomen. Í øllum størri býum er vandi fyri, at okkara netverk svinna burtur í einki, tí felagsskapurin, ið loftar hinum einstaka, er sárbarur.
Á bygd eru fólk heldur ikki eins, og eg skal ikki idyllisera felagsskapin, tí har eru eisini stórar avbjóðingar, serliga um barnatalið verður so lágt, at tað verður ringt hjá børnum at finna sær ein góðan vin. Men tað at hoyra til eitt stað, antin man kemur harfrá ella er tilflytari sum eg, hevur týdning. Lat meg skoyta uppí, at slíkir felagsskapir eisini kunna finnast í stórbýarpørtum, har nógv verður gjørt fyri samanhaldið.
Trivnaður
Fyri at kunna trívast eru nógvir faktorar, ið hava nakað at siga. Tak yvir høvdið, góð heilsa, ein samanhangandi fíggjarstøða og sosialar relatiónir.
Meira yvirskipað hongur trivnaðurin í landinum eisini saman við: At hava eina felags søgu, samleika, útbúgving, mentanararv og ressursir – bæði mennisjansliga og fíggjarliga.
Vit hava brúk fyri tí, sum felagsskapurin bjóðar. Og felagsskap, sum rúmar øllum borgarum, uttan at gera teir til klientar í samfelagnum, finna vit, har nærleiki setir dagsskránna.
Eitt afrikanskt orðatak sigur:
It takes a village to raise a child: Tað krevur eina bygd at uppala eitt barn.
Er tað er nakað, vit hava í Føroyum, so er tað bygdir.
Meiningin við orðatakinum man verða tann, at børn gerast robust og frí av at kenna fleiri fólk. Tey læra ymiskt alt eftir hvørjum tey møta og gerast sjálvstøðug. Eg kenni tað aftur frá mínum barndómi: Eg minnist, hvussu tað var at detta á súkklu og klára heim sjálv við bløðandi knøum ella fáa hjálp til eitthvørt av onkrum fremmandum, sum visti, hvørji foreldrini hjá mær vóru. Ein steðgaði bilinum einaferð og bað meg strangliga súkkla ordiliga, tí eg sýkklaði, sum var eg tann einasta í ferðsluni – slíkar lektiónir gloymir man ikki aftur. Tað upplivi eg aftur við mínum smáum børnum. Tey kenna nógv fólk lokalt, og tey lokalu eru uppmerksom uppá tey eisini.
Bygdarlív er mennandi fyri børn, men bygdirnar líða undir niðurraðfestingum. Familjurnar verða færri í tali, tí tey hava ikki nóg góðar møguleikar at seta búgv.
Hvussu nógv skal til frá landinum fyri at tað verður liviligt á útoyggj?
Gott ferjusamband
Møguleiki at seta búgv
Fyrst og fremst: Ábyrgd viðv. uppgávuni
Øllum hinum tekur bygdarfólkið seg av:
At skapa ein felagsskap, ið fevnir borgaran
Uppala komandi ættarlið í siðaarvi, eitt nú føroyskum dansi, burðardyggum livihátti, seyðahaldi, varðveita søguna, kenna røtur og málbrúk á staðnum.
Menna siðaarvin.
Liva burðardygt: stuttflutt!
NB: Vit selja okkum sum ferðarmannaland við orðum sum ”unspoiled, untouched”. Okkara samleiki og andlit úteftir er at verða eitt bygdarsamfelag.
Verandi støða (=einki at gera) fær fylgir innan heilt fá ár:
Dialektirnar hvørva
Alt tað, sum vit annars skilja sum føroysk mentan, verður nakað, ið stendur í bókum, ikki nakað, sum finst í veruleikanum.
Bygdirnar verða deyð summarhúsøki ella gerast folkloristisk søvn, sum vit vitja í føroyskum troyggjum á hásumri á útoyggjastevnu.
Spurningurin er:
Hvat er í grundini eftir av føroyska mentan og livihátti, um vit taka bygdartilfeingið út úr líkningini?
Søga og strukturur – Kongsjørð ella ognarjørð?
At tað er ringt at seta búgv í Føroyum er ikki eitt nýtt fyribrigdi.
Dømi úr Hósvík:
8 konur úr Hósvík giftust til Nólsoyar um aldarskifti sum ein avleiðing av samfelagsstrukturinum tá. Alt var kongsjørð í Hósvík, einans tveir garðar vóru og elsti sonurin arvaði garðin. Sostatt var ikki liviligt hjá restini av eftirkomaranum. Eingin fuglur, eingin fiskur heldur og mangan var hungursneyð. Sjálvt um fólk gjarna vildu búgva í Hósvík, bar tað ikki til. Í Nólsoy var ognarjørð, og tað var lættari at rógva út og skaffa sær føðina. Hetta dømi er tikið við fyri at illustrera, at struktururin hevur nakað at siga fyri hvussu eitt lítið stað kann hóra undan.
Stavnsbandið anno 2023
Frá søgutímunum vita vit, at tað fekk avgerandi týdning fyri samfelagsframstigini, tá stavnsbandið var avtikið í 1788. Áðrenn tað høvdu menn í aldrinum 4 til 40 ár skyldu at búgva á tí góðsinum, har teir vóru føddir. Bóndin var bundin at góðseigaranum uttan møguleika at fáa føtur undir egið borð. Tá stavnsbandið varð avtikið, gjørdist hann frælsur at royna eydnuna aðrastaðni.
Hetta er kanska langt síðani, men farið ein sunnudagstúr eftir Karlamagnusarbreyt í morgin, har vanlig fólk við meðal inntøkum seta seg í skuld fyri ørandi upphæddir fyri at fáa tak yvir høvdið og svarið mær so: Hava vit ikki skapt eitt nýtt stavnsband? Nógv fólk eru stavnsbundin av dýrum matriklum.
Eg kundi nevnt nøvnini á fleiri familjum, ið vildu lána tríggjar milliónir til at byggja hús á bygd, men fingu avslag. Tað er dýrari at byggja eini nýggj hús úti á bygd enn á meginøkinum, men søluvirði er mundandi minni, tá húsini standa klár. Ístaðin fingu hesi fólkini bjóðað lán, ið vóru nógv, nógv hægri, um tey búsettu seg í Havn.
Havnin er ein framúrskarandi býur, og eg hevði heilt víst trivist har, men hvat nyttar tað, um ein er stavnsbundin at einum matrikli, sum ein ongantíð fær goldið aftur? Bankarnir tora ikki satsa upp á hús, ið ikki halda marknaðarvirði - tað skilir man væl - men tey, sum biðja um lán, gera tað sjáldan við víðarisølu fyri eyga, men tí at tey ætla sær at búgva í húsunum. Hetta er ein konflikt, ið eigur at loysast politiskt.
Tí – tað at seta búgv er meira enn at fáa reytt ella grønt ljós frá einum banka aftan á eina desperata kappbjóðing. Tað er eitt etiskt mál.
Bústaðaretikkur
Yvirskipað sæð er etikkur ein spurningur um, hvussu vit handfara truplar støður, har fleiri atlit gera seg galdandi. Hvussu agera vit mest rættvíst? Í tí løtu eg standi yvirfyri einum medmenniskja, er etikkur upp á spæl. Vit kunnu tosa um etikk sæð frá fleiri sjónarhornum - eitt nú í privatum regi – hvussu ageri eg best móti mínum kæru, tá tey hava brúk fyri stuðli og hjálp. Sami spurningur ger seg galdandi professionelt: hvussu møti eg hinum einstaka borgaranum – og yvirskipað á politiskum støði: hvussu skapa vit karmar, sum tryggja tey neyðugu etisku atlitini til teir borgarar, sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond, tað veri seg í skúlum, á sjúkrahúsum og í samfelagnum sum heild.
Møguleikin at seta búgv, har ein ynskir tað, uttan mun til um tað er í býi ella á bygd, er ikki einans ein praktiskur spurningur, ið kann latast upp í hendurnar á marknaðakreftum. Tað er eitt etiskt mál, ið nemur við, hvussu vit síggja okkum sum tjóð. Tað at uppraðfesta bústaðamøguleikar á bygd er ikki ein útreisla, men ein íløga, ið samfelagið Føroyar ikki kann verða fyriuttan. Harafturat er tað ein skylda. Lata vit standa til, búgva vit skjótt øll í fimm teimum størstu býum í Føroyum, og tað fær avleiðingar, ið eisini hava etiskan relevans: Vit tøma umráðir fyri resursir, vit dálka meir í býum, búgva óneyðuga tætt og innflyta meira mat. Fólk sleppa ikki sjálvi at avgera, hvar tey búseta seg. Tað ómyndigger fólk og bindur tey í óneyðuga skuld.
Tað er ábyrdarfullur bústaðaretikkur at fáa hóskandi bústaðir til vega til komandi ættarlið, bæði á bygd og í bý.
Garvillur politikkur.
Tað er garvilt at brúka so nógvar pengar uppá infrakervið, sum føroyingar hava gjørt. Men tað eru korini í okkara landi, annars standa vit í stað. Vit kunnu diskutera, um tað er ov garvilt inn í millum, men tað eru korini. Okkara land hevur serstakar avbjóðingar hesum viðvíkjandi.
Men hví ikki verða enn meira garvill og kreativ samstundis? Tá verður tað enn betri.
Dømi:
Fantasiferð út í Hest.
Ímyndið tykkum eitt pionerprojekt, ið borgarar, kommunan og landið gingu saman um.
15 hús verða liðugt bygd í einum
15 tilflytarar/familjur gjalda tríggjar mió í part. Tey fáa lánigaranti og hava bústaðarskyldu.
30 ferjutúrar um vikuna verða játtaðir (nú: 18 túrar smb. ssl.fo)
Ja, tað er eitt garvilt projekt, og eg hoyri longu burturforkláringarnar fyri mær: “Har eru teknikalitetir í vegin, landsverk sigur... fígging er ikki..osv” Men altso – tá tað ber til at flúgva upp á mánan, ber eisini til at gera tað liviligt í Hesti aftur. Tað er ein skylda. Har er longu skúlabygningur, svimjihylur og kirkja. Landið skapar karmar – íbúgvarnir fylla teir út. Alt gott um tunlar – men at stuðla uppundir tað tilfeingið, sum longu er staðar lokalt, er nógv, nógv bíligari og meira konstruktivt enn nøkur tunnilsætlan. Bygdarfólkini skulu nokk taka ábyrgd fyri lívinum í oynni, tá fyrst rammurnar eru í lagi.
Og tað smittar. Fleiri fáa hug at seta búgv. Tað er nevniliga eftirspurningur eftir tí, sum einans fæst í smáum felagsskapum.
Tit, ið sita í bygda- og býráðum kring landið - Gevið øllum, sum hava dirvi at bretta upp um armar á útoyggj planerað grundstykki við bústaðarskyldu fyri 5 krónur. Tað er íløga, sum ger mun.
At seta búgv á útoyggj er undirskotsforrætning og tað er mangan ópraktiskt og eitt baks at búgva har. Men stríðið er einki í mun til, hvussu gott tað er at liva har.
Í løtuni búgva 16 fólk í Hesti. Hevði talið komið uppá 100!
Tað ber til, um viljin er til staðar. Sama á øðrum smáplássum.
Og tá kundu løgmaður og borgarstjóri í felag klipt snórin til nýggja býlingin og við góðari samvitsku sagt: Sum tað er deiligt á útoyggj. Hetta ríkidømi er okkara og sanniliga vert at varðveita.
Takk fyri!
Anne Mette Greve Klemensen
20. mai 2023