Stendur tað til samgonguna, skulu ferðaseðla- og fraktprísir í landinum ikki javnsetast. Hetta ger, at fólk og fyritøkur í útjaðaranum verða alsamt verri stillaði, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt fram uppskot um at javnseta ferðaseðla- og fraktprísir.
Í løtuni verður mismunur gjørdur á borgarum og økjum í Føroyum. Samstundis sum kostnaðurin á ymiskum leiðum er minkaður burtur í onki, eru prísirnir á øðrum farleiðum óbroyttir ella hækkaðir. Hetta ger, at ójavnin millum økir veksur. Tað er eisini kappingaravlagandi, tí fyritøkur fáa fullkomiliga ymiskar treytir at virka undir.
- Fleiri vinnufyritøkur hava ført fram, at kostnaðurin á farmi, vantandi kapasiteturin og avmarkaða talið av túrum eru ein vansi fyri at reka vinnuligt virksemi í útjaðaranum, sigur Bjarni Hammer.
Hann vísir á, at heldur enn at lækka prísin á farmi, hevur landsstýrið heldur hækkað hann. Hetta er fullkomiliga øvugt, og setir Suðuroynna og útjaðaran í munandi verri støðu samanborið við restina av landinum, heldur hann.
- Í fjør heyst boðaði landsstýrismaðurin við samferðslumálum frá, at tað skjótt verður ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar. So hvørt sum tað verður bíligari aðrastaðni, verður tað lutfalsliga dýrari hjá borgarum og fyritøkum í útjaðaranum. Tí er átrokandi tørvur á at javnseta ferðaseðla- og fraktprísir í øllum landinum, soleiðis at útjaðarin hevur lív lagað, sigur Bjarni Hammer.
Uppskotið hjá Bjarna Hammer var til 2. viðgerð í dag, og har mæltu samgonguumboðini frá at samtykkja uppskotið. Í álitinum frá rættarnevndini skriva tey, at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum, men skriva samstundis, at ætlanin er ikki at víkja stórvegis frá verandi prísbygnaði ella at javnseta prísirnar.
Uppskotið fall, hóast andstøða og ein samgongulimur atkvøddu fyri uppskotinum. Ein atkvøða manglaði, tá avtornaði.