Tá eitt umboð er fulla tíð á fólkatingi, so ber til at fáa nógv úrslit.
Tað kann til dømis vera at hjálpa lokalum føroyskum verkætlanum, sum ikki bera á mál í politisku skipanini í Føroyum. At upplýsa um føroysk viðurskifti við frágreiðingum og ráðstevnum. Ella at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir í klemmu í Danmark.
Uppgávurnar eru nógvar. Men tað er eisini týdningarmikið, at vit ikki draga føroyskar ósemjur niður á fólkating. Tað kann henda, um eitt umboð situr í fleiri støðum í senn. Tí eru vit greið: Antin situr tú bara á fólkatingi – ella situr tú ikki á fólkatingi.
Tað eru ikki allir flokkar, sum siga hetta. Men tað ger Javnaðarflokkurin. Vel eitt virkið og sjónligt fólkatingsumboð 31. oktober.
Barbara Gaardlykke Apol, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin