Tað er umráðandi, at børn við serligum tørvi fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn.
Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin um manglandi frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Um hesa tíðina í fjør var frammi í fjølmiðlunum, at fleiri børn við serligum tørvi ikki fóru at fáa frítíðartilboð eftir skúlatíð við skúlaársbyrjan 2021.
Skipanin er soleiðis, at kommunurnar útvega øllum børnum frítíðartilboð eftir skúlatíð í 1. og 2. flokki. Tá ið eitt barn við serligum tørvi byrjar í 3. flokki, skal Almannaverkið taka yvir og útvega barninum frítíðartilboð.
Manglandi frítíðartilboð rakar familjuna og barnið sera hart. Tað gongur út yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman við øðrum javnlíkum.
Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði fyri at vera heima hjá barninum.
Endamálið við lógini um almannatrygd og tænastur er, at foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, fáa møguleika at liva eitt vanligt og virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn.
Útveganin av frítíðartilboði til børnini er harumframt ein stór sparing fyri Almannaverkið, tí foreldrini kunnu halda fram at arbeiða heldur enn at fáa útgoldið pening orsakað av inntøkumissi.
Eisini kunnu manglandi tilboð hava við sær, at hesi foreldur ikki orka meir, og barnið tískil má á stovn. Eitt stovnspláss, har barnið er alt samdøgrið, er sera dýrt og óneyðugt, um tilboð so sum frítíðartilboð og umlætting eru tøk til foreldrini, tá ið tørvur er á tí.
Sí fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53170