Heðin Mortensen
Lesarabræv18. juni 2020
Heðin Mortensen

Fornminni – Koltur, Kirkjubø og Sandagerð

Tað er einastandandi at koma út í Koltur og uppliva hesa náttúruvøkru oyggj, har alt umhvørvið lýsir føroyska søgu og siðir fleiri øldir aftur í tíðina.

Friðsælt, hugnaligt og tó so ómetaliga stórbært. Her hava eina ferð búð hálvthundrað fólk á fýra bóndagørðum. Upprunaliga var bara ein garður, sum tíðliga í tíðini varð býttur í tveir, tann upprunaligi - Heima í Húsi - sum nú verður varðveittur, og hin yngri - Norðuri í Gerðum - har bóndafólkini nú hava búð.

Bygdin sigst hava størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum. Hetta vísir eitt stórt arbeiði, sum í fornum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Og nú er gamli føroyski býlingurin so varðveittur fyri eftirtíðina. Eitt á so mangan hátt einastandandi arbeiði og avrik, sum okkara bestu handverkarar dúgliga hava renoverað. Gott er, at eisini flest øll hús og fornminni eru friðað sambært lóg, og tað sama er galdandi fyri stóran part av teigalendinum.

Prestagarðurin í Sandagerði umfatar bygningar og lendi við bygningum: sethús, fjós, hjallur og torvhús umframt lendi við hava og urtagarði. Bygningarnir eru reistir árið 1789, sum prestagarður og bústaður hjá prestunum fyri Suðurstreym, og virkaðu teir sum hetta fram til 1944.

Sostatt hava bygningarnir í dag meira enn 200 ár á baki og standa óbroyttir í sínum upprunaliga líki. Um bygningar og økið, sum liggur sum ein perla í Sandagerði, skal haldast virðiliga, má  peningur setast av til endamálið.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning, har eg spyrji, hvørjar ætlanir hann hevur við friðaðum bygningum og fornminnum í Føroyum. Bæði yvirskipað og ítøkiliga um bygningar og umhvørvið við serbygningum í Kirkjubø og úti í Koltri og Prestagarðurin í Sandagerði. Eisini vil eg hava landsstýrismannin at greiða frá, um hann ætlar at lata upp fyri føroyingum og ferðafólki at vitja og síggja hesi fornminni, og um peningur er settur av til hetta. Vónandi verður jaligt aftursvar frá landsstýrismanninum.

 

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin