Verður Strandferðslan seld og avhendað til tey fáu, so er tamarhaldið burtur. Tá hevur fólkið mist alla ávirkan, og prísurin kann fara til himmals. Tí má fólkið varðveita ræðið á Strandferðsluni.
Suðuroyingar frøddust, tá tað bleiv fráboðað, at okur endiliga fingu eitt fraktskip at hjálpa við stóru nøgdunum av frakt, sum fara um Suðuroyarfjørð. Men gleðin var stokkut, tá landsstýrismaðurin boðaði frá, at lítla fraktferjan eisini skuldi vera avloysaraskip, tá Smyril fer í dokk í átta vikur.
Landsstýrismaðurin metti lítlu fraktferjuna vera nóg góða til bæði ferðafólk og frakt. Men tað er hon yvirhøvur ikki egnað til. Svarið frá honum var ein vátur lappi í høvdið: Suðuroyingar skuldu vera nøgdir við, at nakað avloysaraskip var yvirhøvur.
Tá ein felags rødd fyri Suðuroynna royndi at vísa landsstýrismanninum á stóra trupulleikan, ja, so svaraði landsstýrismaðurin háðandi, at suðuroyingar kundu sjálvur finna eitt annað betri skip.
Ein líkasæla, sum sjáldan er sæð áður.
Viðvkj. Suðuroyartunlinum er heldur einki at heinta. Landsstýrismaðurin hevur fingið Eysturoyartunnilin og eina akstovu uttan fyri dyrnar, so alt annað tykist vera líkamikið.
Flyta fokus frá Suðuroyartunlinum
Fyri at flyta fokus frá, at einki er gjørt fyri at fáa gongd á Suðuroyartunnlin, so ætlar samgongan at leggja Strandferðsluna í ein grunn ella eitt alment partafelag.
Og Gud hjálpi mer, so ætla suðuroyartingmenn í samgonguni at hjálpa landsstýrinum við hesi dáragerð.
Einasta endamálið tykist vera at flyta íløgur og rakstur av landsins fíggjarlóg í eini roynd at pynta um óvanliga vánaligu fíggjarstýringina og stóra undirskotinum.
Tað virkur sum, at landsstýrið áhaldandi hevur sett sær fyri at gera umstøðurnar hjá suðuroyingum so ótryggar sum gjørligt.
Sjálvandi skal løgtingið hava ávirkan á Strandferðsluna
Sjálvandi skal løgtingið - og harvið fólkið - hava ávirkan á Strandferðsluna. Fyri Suðuroynna er Strandferðslan einasta sambandið til og frá meginøkinum. Tað er ein lívsæðr, sum ikki skal leggjast í hendurnar á eina tilvildarliga nevnd ella stjóra.
Landsstýrismaðurin skal halda fingrarnar burtur og heldur brúka tíðina upp á at fáa eitt sindur av skili á serstakliga vánaligu fíggjarstýringina, sum er blivin vørumerkið hjá Fólkaflokkinum.
Undirskot omaná undirskot í bestu tíðum, okur nakrantíð hava upplivað í Føroyum.
Tíbetur verður ikki leingi áðrenn Føroya fólk sleppa av við hetta stýrið, sum fer í søguna sum tað mest ábyrgdarleysa nakrantíð.
Seinasta fíggjarlógin áðrenn val kemur skjótt til viðgerðar. Tað er eingin ivi um, at tá verður ruðuleikin fullkomin. Tá fara samgongustuðlarnir at bítast um molarnar í eini seinastu roynd at redda seg sjálvar innanborða, áðrenn løgmaður pakkar saman og útskrivar val.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður