Um vit ikki kunnu bjóða føroyskum fangum at sita dóm ella varðhald í heimlandinum, so mugu vit í øllum førum tryggja teimum samband við familju og vinir umframt góða sálarhjálp í sambandi við avbyrging í longri tíð. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur sett løgmanni ein fyrispurning um evnið.
Fyrr í ár hoyrdist, at neyðugt hevur verið at senda føroyskar fangar til Danmarkar at sita í varðhaldi, tí varðhaldið í Mjørkadali er fult. Ofta verður ført fram, at tað at senda fólk av landinum at sita ein dóm, kennist sum ein tvífald revsing, tí hesi verða avskorin frá familju og avvarðandi sum heild, og at hetta sálarliga er hart fyri bæði fanga og avvarðandi.
Djóni Nolsøe Joensen hevur í hesum sambandi sett løgmanni ein fyrispurning. Hann vil hava at vita, hvussu løgmaður ætlar at tryggja, at føroyskir fangar uttanlands fáa sama rætt til telefoniskt samband við avvarðandi, sum hesi høvdu fingið, sótu tey í Føroyum. Eisini vil hann hava at vita, hvørji ítøkilig sálarheilsutilboð standa fólki í boði eftir leyslating, um tey hava verið avbyrgd í longri tíð.
- Gert tú okkurt ólógligt, skalt tú sjálvandi sita dómin. Men umstøðurnar í Føroyum gera, at bæði tann dømdi og tey avvarðandi, sum einki ólógligt hava gjørt, fáa eina revsing, sum ikki stendur mát við brotsverkið. Frástøða og kostnaður gera, at føroyskir fangar í Danmark fáa færri vitjanir. Tí er alneyðugt, at vit tryggja teimum gott telefoniskt samband við familju og vinir undir varðhaldinum og góða sálarhjálp, um tey hava verið avbyrgd frá umheiminum í longri tíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.