Vit mugu ikki lóggeva, at útlendskir spekulantar kunnu keypa føroyskar ognir, heldur Javnaðarflokkurin.
Sum heild er tað gott, at vit nú fáa eina lóg, sum avmarkar, hvør kann keypa fastogn í Føroyum. Rós til løgmann fyri at taka stig til hetta. Men uppskotið manglar fleiri grundleggjandi broytingar.
- Tað harmar okkum, at í núverandi uppskoti kann ein og hvør landsstýrismaður geva loyvi til útlendskar spekulantar at keypa føroyskar ognir. Tað er ov tilvildarligt, og tí mæla vit til, at tað verður broytt, áðrenn uppskotið verður samtykt, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Haraftrat verður eisini loyvi hjá dønum, búsitandi uttan fyri Føroyar, at keypa fastogn í Føroyum. Hetta tænir ikki endamálinum, tí tað eru danir, sum hava størstan áhuga at keypa ognir í Føroyum. Tað fer at gera, at tað enn verður møguligt hjá dønum at uppkeypa fastogn til summarhúsvirksemi ella airbnb virksemi.
- Danir eru vælkomnir at búseta seg í Føroyum og keypa fastogn á sama hátt sum onnur í Føroyum. Men uppskotið má ikki tryggja við lóg, at danir kunnu uppkeypa so nógvar ognir, sum teir vilja, uttan at hava tilknýti til Føroyar á ein ella annan hátt, sigur Aksel V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin heldur, at alt fólkið í Føroyum skal hava rætt til eitt heim. Lata vit upp fyri ávísum útlendskum borgarum og fyritøkum, so er lætt hjá hesum at gera sær dælt av bústaðarneyðini í Føroyum. Tað er týdningarmikið, at fólkið í Føroyum hevur fyrsta rætt til fastogn í Føroyum.
Tað eiga vit øll at vera samd um, og tí mugu hesar broytingarnar gerast.
Javnaðarflokkurin