Jógvan Kallsgarð
Lesarabræv28. november 2022
Jógvan Kallsgarð

Føroysk ung skulu sita dóm í Føroyum

Løgtingsval 2022

Vit skulu hava møguleika at sita dóm við fótleinkju í Føroyum.

Tað er einans pláss fyri 14 fangum í Mjørkadali. Hetta ger at revsaði -ein bólkur har ung eru yvirumboðaði- verða send av landinum at sita dóm ella standa og bíða eftir at sita dómin.

Fá gerast betri av at sita í fongsli. Hetta er serliga galdandi, tá ein verður sendur í eitt fremmant umhvørvi, í einum fremmandum landið. Tá ein ungur føroyingur verður sendur til Herstedvester at útgreinast, er vandi fyri at viðkomandi ikki sleppur heimaftur, um tað verður mett, at hann er førur fyri at sita ein dóm, tí tað ikki er pláss fyri viðkomandi í Mjørkadali. Hann endar tí í einum donskum fongsli.

Ein ið situr ein dóm, kemur í samband við eitt umhvørvi við rúsevnum og eitt umhvørvi, har harðskapur verður virdur. Tá er tað minni skaðiligt at sita dómin við fótleinkju í einum heimligum umhvørvið. Mjørkadalur hevur í dag heldur ikki møguleika at húsa ungum undir 18 ár, tí hesi skulu ikki sita inni saman við vaksnum. Hetta merkir, at tað er møguligt at ein 15 ára gamal verður sendur til Danmarkar at sita. Tað er ikki rætt.

Í mínum faki, brotsfrøði, verður ofta gjørt vart við neiligu avleiðingarnar av revsing og útihýsing. Um revsingin ikki ger hin dømda betri, men heldur hinvegin ger hann minni sannlíkan at fóta sær í samfelagnum eftir dómin, hvat er so endamálið við revsingini? Vit eiga í nógv størri mun at líta frameftir, tá ið umræður revsing.

Ítøkiliga eiga vit at gera tað møguligt at sita við fótleinkju í Føroyum. Hetta er møguligt í Danmark í dag, men hesin møguleikin varð ikki tikin við tá danska lóggávan varð føroyska.

Hetta vildi lætt um trýstið á Mjørkadali, samstundis sum vit spara okkara ungu borgarar frá tí danska fongsulsumhvørvinum.

Jógvan Kallsgarð Joensen,

brotsfrøðingur

Valevni fyri Javnaðarflokkin