Tórshavnar kommuna skal hava fleiri sosialar íbúðir til fólk, sum ikki megna at útvega sær bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum.
Sum er, hevur kommunan 32 sosialar íbúðir, og stórur tørvur er á nógv fleiri slíkum bústøðum. Í fyrstu atløgu skulu vit syrgja fyri at tvífalda talið av hesum íbúðum.
Kommunalu íbúðirnar eru í fyrsta lagi ætlaðar persónum við serligum sosialum tøvi, til dømis einsamallir forsyrgjarar og persónar, sum hava trupult við at útvega sær bústað á vanliga íbúðarmarknaðinum.
Sosiali profilurin í Tórshavnar kommunu er tíverri nógv viknaður seinastu árini. Fólk við lágum lønum, ikki minst støk foreldur, hava ongan livandi tjans at fylgja við í høgu ferðini, sum seinastu árini hevur elvt til so ógvusligar bústaðarprísir í høvuðsstaðnum. Ikki er hugsingur um at keypa, og tíansheldur at leiga sær hóskandi heilsugóðan bústað undir marknaðartreytum. Hesin bólkur megnar sjáldan at rópa hart fyri at gera vart við sín tørv. Men at útihýsa teimum frá at kunna skapa sær eitt heim er ein dáragerð.
Høvuðsstaðurin skal IKKI vera ein kommuna fyri tey fáu útvaldu.
Eg vil arbeiða fyri at útvega fleiri sosialar bústaðir, um eg fái møguleikan eftir valið 10. november.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin