Vit skulu í felag hava ræðið á grundleggjandi samfelagsligum økjum, og at veita streym er avgjørt eitt av hesum økjum. Málið skal vera at framleiða streymin so bíligt sum gjørligt til borgaran.
Í 2030 skal øll el-orka á landi koma frá grønum orkukeldum. Neyðugt er at sleppa av við oljuna sum skjótast, og hetta krevur stórar íløgur. Solidariskar skipanir skulu tryggja, at allir lønarbólkar og landspartar koma við í grøna skiftið, og at øll hava ráð at leggja um til grøna orku.
Seinasta samgonga arbeiddi við at privatisera SEV, men lukkutíð bar ikki á mál. Tað er gott, at privat feløg framleiða inn á el-netið, men sjálv el-veitingin skal ikki enda á privatum hondum, tí so fara prísirnir til himmals, júst sum vit síggja tað aðrastaðni, har fólk sita køld ella mugu fara frá húsi og heimi, tí tey ikki megna at rinda ovurstórar rokningar fyri orkunýtslu. Steinur omaná byrðu í hesum ótryggu tíðum við høgari inflatión og hækkandi livikostnaði á øllum økjum.
Vit skulu í felag hava ræðið á grundleggjandi samfelagsligum økjum, og at veita streym er avgjørt eitt av hesum økjum. Málið skal vera at framleiða streymin so bíligt sum gjørligt til borgaran. Og tí mugu privatar fyritøkur ikki sleppa at leggja seg á alla orkuframleiðslu. Tí tá verður endamálið ikki at framleiða so bíliga grøna orku sum gjørligt til fólk, men at nøkur fá skulu vinna nógvan pening, og so dýrkar orkan nógv.
Um SEV verður skert, fær brúkarin minni ávirkan. So missa vit tamarhaldið á streymveitingini, á prísum og tænastum. Við privatisering fáa nakrar fáar privatar fyritøkur valdið á framleiðsluni av grønari orku í Føroyum. Tað skal ikki henda.
Vit mugu tryggja javnbjóðis atgongd til framtíðar orkukeldur, og loysnin er at varðveita SEV á kommunalum hondum.
X við Javnaðarflokkin
X við Kristionnu Winther Poulsen