02. oktober 2024

FÍGGJARLÓG: Hægri játtan til at seta serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk

- Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.

Soleiðis sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum hevur gjørt av at játta fýra mió. kr. í 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

Hetta er ein øking á eina mió. kr. í mun til játtanina í fjør.

Stórt trot er á skikkaðum starvsfólkum til heilsuverkini um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

Fyrr í ár fekk landsstýriskvinnan eina nýggja meting av tørvinum á serlæknum í Føroyum. Hóast tað gongur framá, so eru framvegis langt á mál og tí mugu vit seta meira pengar av til endamálið.

Tað hevur víst seg, at tað ger mun at seta játtan av til serlæknar og onnur serútbúgvin starvsfólk.

Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.

Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir, t.d.

  • Hjartasjúkur
  • Barna- og ungdómspsykiatri
  • Lungasjúkur
  • Húðsjúkur
  • Patologi
  • Barnasjúkur
  • Kvinnusjúkur
  • Eygnasjúkur
  • Sukur- og evnaskiftissjúkur
  • Nýrasjúkur
  • Maga- og tarmsjúkur