Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv07. apríl 2020
Kristianna W. Poulsen

Fátækari Føroyar uttan mentan og list

Vit hava fingið tveir hjálparpakkar, sum skulu bjarga okkara vinnulívi. Neyðug politisk átøk, tí vinnan skal sjálvsagt hava so góðar karmar sum gjørligt. Men vit mugu ikki gloyma okkara listafólk og okkara mentanarlív í teimum hjálparpakkum, sum frameftir verða samtyktir.

Listin leiðir okkum ígjøgnum

Tann góði og rørandi tónleikurin, tey hjartanemandi løgini og tær væl skrivaðu søgurnar, sum vit í hesum løgnu og óvæntaðu tíðum njóta, uppliva og brúka, eru ikki komin burturúr ongum. Tey nógvu, sum hava spælt, sungið og framført fyri okkum hesar seinastu vikurnar, eru ikki vorðin so dugnalig eftir einum degi. Tey hava í nógv harrans ár stríðst og arbeitt og harvið ment teirra evnir til at gerast so góð, sum tey nú eru.

 

Og fruktirnar av teirra harða arbeiði sleppa vit onnur at njóta. Ofta er tann góði filmurin, tann góði tónleikurin, tann góða bókin og tann góða framførslan trygd fyri, at vit ikki gerast spinnandi óð í høvdinum, nú vit fullkomiliga hjálparsleys og prísgivin mugu bíða eftir, at tann vanliga tilveran aftur kann byrja.

 

Hvørjum skulu vit so stríðast fyri, svaraði Winston Churchill, tá ið hann varð biðin um at skerja játtanina til list fyri at hava fleiri pengar til krígsførslu. Sum samfelag hava vit skyldu til at syrgja fyri, at Korona-smeiturin ikki merkist dyggari enn hægst neyðugt á lista- og mentanarøkinum, tá ið kríggið móti Korona vónandi innan alt ov leingi er vunnið.

 

Stuðulsskipanir til mentan og list

Tað frættist úr Danmark, at politiskur meiriluti er fyri stuðulsskipan til listafólk, har 100 milliónir skulu brúkast til at hjálpa listafólki, sum eru sperd av Koronakreppuni. Við hesi skipan kunnu listafólk søkja um endurgjald fyri mista inntøku, nú sølan av listaverkum og bókum er nógv minkað, konsertir og framsýningar eru avlýstar, og alt teirra virksemi annars er steðgað ella skert. Stuðulsskipanin er fyri listafólk við bæði A- og B-inntøku, ein inntøkuháttur, sum eisini er veruleiki fyri nógv tey flestu listafólkini í Føroyum.

 

Ein slík loysn eigur eisini at verða gjørd fyri Føroyar, tí okkara listafólk merkja sanniliga avleiðingarnar av Koronakreppuni.

 

Harumframt hava danir gjørt politiska avtalu um stuðul til mentanarstovnar so sum háskúlar, kvøldskúlar og søvn, og um stuðul til fjølmiðlar, sum hava mist nógvar lýsingarinntøkur. Hendan vegin eiga vit eisini at fara, tí júst sum vinnuni skal vera lív lagað eftir Korona, skulu vit syrgja fyri, at okkara listafólk og okkara mentanarlív koma útaftur hinumegin sóttina so óskalað sum gjørligt.

 

Við vón um, at mentan og list fáa hægri politiska raðfesting. Tað hava vit øll uppiborið.

 

Kristianna Winther Poulsen