10. januar 2025

Fáa nú greiðu á spurninginum um føroyskan WTO limaskap

Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen hava í morgun sent eina felags áheitan á Hægsta Rætt um at seta serliga nevnd, sum skal taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Ætlanin er at nevndin kemur til eina niðurstøðu í ár.

Nevndin skal taka støðu til spurningin um limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?

Í viðmerking sigur Aksel:

Føroyskur WTO limaskapur hevur alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin. Tað var eitt stórt og søguligt stig, tá vit saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark, samdust síðsta summar, um at royna § 6 nevndina fyri fyrstu ferð nakrantíð. 

Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan § 6 nevndin ongantíð áður verið sett. 

Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.