02. august 2023

Eyðgunn viðger løgmansrøðuna

Í dag viðger løgtingið løgmansrøðuna. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevði hesar viðmerkingar til røðuna hjá løgmanni.

 

Til viðgerðar er í dag frágreiðing løgmans. Røðan setir út í kortið, hvat samgongan arbeiðir við og fer at fremja í komandi tíðum, við denti á tingsetuni, ið vit nú hava sett skjøtil á.
 

Frú forkvinna,


Nú eru vit fleiri inni her, sum hava upplivað gleðina av at gerast omma ella abbi. Tað er nakað heilt serligt, tí samstundis sum mann sjálvur er komin eitt sindur upp í árini, so hava ommubørnini enn alt lívið frammanfyri sær. Eg vænti tí heldur ikki, at eg eri tann einasta inni her, sum hevur sum aðalmál at syrgja fyri, at tað samfelagið, sum hesi børnini fara at vaksa upp í, verður eins gott, um ikki betri enn tað, vit sjálvi eru uppvaksin í. Tí fegnist eg veruliga um lyklaorðið javnvág - og ikki minst tey átøkini, ið verða nevnd í hesi røðuni hjá løgmanni.


Javnvágin hevur søguliga verið aðalmálið í Tinganesi, sum sagt verður í røðuni, og javnvág skal áhaldandi verða okkara mál. Tí vil tað, eins og við vágskálini í Vektarbúðini verða javnvágin í øllum lutum, ið vit skulu meta avrikini hjá samgonguni eftir.

Eg rokni við, at tey flestu á hesum høga tingi vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum sum menniskju, at vit ikki eru strongd, føla okkum máttleys og stúrin, men kenna okkum hvíla í okkum sjálvum sum menniskju – tað vil siga eru í javnvág við okkum sjálvi.
 

Vit vilja arbeiða miðvíst við at finna røttu javnvágina millum kynini, millum alment og privat, millum familju- og arbeiðslív, millum tey ið megna sítt lív og tey ið hava avbjóðingar, bygd og bý, 

nattúru og menniskja, fíggjarliga javnvág.
 

Røða løgmans snýr seg um, hvat samgongan vil fremja av átøkum, at rætta upp á javnvágina har hon er í vanda, at varðveita javnvágina har ið hon er í lagi, at skapa javnvág har ongin javnvág er, 

og síðst men ikki minst, at arbeiða fram móti javnvág, ikki bert í dag, men eisini fyri tey komandi nógvu árini, so samfelagið, ið vit handa okkara børnum og barnabørnum, í minsta lagi er eins gott og tað er í dag, helst betur.
 

Frú forkvinna,
 

Samgongan tók við fyrst í hesum árinum og hevur verið ført fram, at tey mál, ið samgongan hevur framt higartil, vóru mál, ið lógu klár og tí ikki merkt av politikki samgongunnar.
 

Hetta eri eg ikki heilt samd í. 
 

At ein nýggj samgonga setir tey mál á skrá, ið liggja klár, tá ið hon tekur við, væl at merkja um hon er samd við teimum, er fyri mær ein góður siður, og eitt tekin um at man er politiskt búgvin. Tað gevur ikki meining at steðga ætlanum, bert tí tey ið undan sótu, hava byrjað arbeiðið. Vilja vit fáa javnvág, noyðast vit at byggja á herðarnar hjá hvørjum øðrum. 
 

Nú standa vit so við eina nýggja byrjan, og tað kann ikki sigast annað, at her verður veruliga sett út í kortið innan eina rúgvu av økjum í samfelagnum.
 

Javnvág millum familju og arbeiðslív
 

Føroyar er eitt land, har familjan og familjubond altíð hava havt stóran týdning. Tí hevur tað týdning, ikki bert fyri okkum sum privatpersónar, men eisini sum politikarar at tryggja javnvágina í familjuni.
 

Politikkur snýr seg um menniskju og teirra gerandisdag. Seinnu mongu árini hevur verið tosað nógv um, at tað vantar javnvág millum familju- og arbeiðslív. Familjan er strongd av ferðini í samfelagnum, ferðini í hamstarahjólinum og av øllum teim krøvum, ið verða sett okkum til tað perfekta lýtaleysa familju- og arbeiðslívið. 
 

Krøvini merkja vit bæði millum manna, og ikki minst á teimum sosialu miðlunum, har vit skulu verða lýtaleys í øllum lutum. Hesi krøv ávirka ikki bara okkum vaksnu, men so sanniliga eisini okkara børn og ung.
 

Tí fegnist eg um, at nú verður tikið eitt ítøkiligt stig at bøta um hesa javnvág við at stytta arbeiðsvikuna soleiðis, at vit eftir fáum árum, hava 3 tímar, hvørja viku til at hugsavna okkum um okkara familjulív, ikki minst okkara børn. 

Tey, ið hava nokk av materiellum ríkidømi, og tey, ið hava trupult við at klára hvørjum sítt

Frú forkvinna,

Tað er ikki nokk bert at stytta arbeiðsvikuna, vilja vit finna javnvág eisini millum samfelagsbólkar og á arbeiðsmarknaðinum.
 

Tey, ið eru lægst lønt og starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøki hava tað tungt við at fáa endarnar at røkka saman, og tey hava ikki nøktandi arbeiðsumstøður. Tað eru eisini onnur, ið hava tað tungt fíggjarliga, orsakað av prísvøkstri og hækkandi rentu.

Samgongan vil tryggja eina meira hóskandi løn á vælferðarøkinum við einum lønarlyfti, og vit vilja lækka skattin hjá lág- og miðalløntum. Vit mugu styrkja umsorgannarøkini, tí vit hava øll brúk fyri, at hesi øki virka væl og hava nøktandi tal av skikkaðum starvsfólki. 
 

Endamálið við skattalættanum er, at lønin hjá eitt nú teimum á flakavirkjunum, handverkarum og krambafólki røkkur eitt sindur longur.
 

Hesi átøk mugu sjálvsagt fíggjast og tí krevst, at teir breiðaru herðarnir bera eitt sindur meira, millum annað so sum tað er ásett, við tillagaðum veiðu- og tøkugjøldum. 

At tillaga veiðu- og tøkugjøldini, samstundis sum lønarskatturin minkar, eru tvey átøk, ið eru treytað av hvørjum øðrum, og tey bøta eisini um javnvágina millum vinnuna, ið troytir tey rættindi, ið fólkið eigur.
 

Fiski- og alivinnan skulu ikki bera alt einsamallar, tað mugu gerast átøk á fleiri økjum, skulu vit fáa langtíðarjavnvág í búskapin. Hetta komi eg aftur til seinni í røðuni. 
 

Tey, ið megna sítt lív, og tey, ið hava avbjóðingar
 

Frú forkvinna,
 

Eg nevndi í byrjanini, at politikkur snýr seg um menniskju og gerandisdagin hjá okkum. Tað er ein sannroynd, at ikki øll í okkara samfelagi megna sítt lív til fulnar, fleiri okkara hava avbjóðingar av ymsum slag - tað verið seg sálarligar, kropsligar ella samskiftis avbjóðingar.

Eg fegnist um, at røða løgmans eisini snýr seg um okkara meðmenniskju. At fleiri átøk eru á veg, ið eru rættaði móti hesum borgarum.

Tað verið seg fleiri bústaðarmøguleikar, betri vælferðartænastur, bøttar samskiftismøguleikar við at geva øllum børnum og vaksnum hjálp til samskiti. 

Hetta verður gjørt við at styrkja umstøðurnar hjá teknmáli, talulæru og øðrum samskiftishættum. 


Vónandi gongur ikki alt ov long tíð til vit fáa ein samskiftisdepil, so at øll, ið hava tørv á hjálp til samskifti, frá vøggu til grøv, fara at fáa hesa hjálpina. 

At tey við avbjóðingum fara at fáa eina styrkta rødd gjøgnum brekumboðið, ið verður sett 1 januar, er eisini at fegnast um.
 

Røðan nevnir eisini, at vit skulu verða heimsins besta barnaland og at tað tíverri eru alt ov nógvar føroyskar barnafamiljur, sum seinastu árini hava upplivað fakbólkar, ið ikki tosað saman. Stovnar ið ikki samstarva. Ráð sum vísa til hvørt annað. 

Tað er IKKI gott nokk, tað kunnu vit ikki tilláta okkum at bjóða hesum familjum og tí eiga skulu vit loysa hesa avbjóðingina  ongantíð ov skjótt.

At landstýrismaðurin í barnamálum er farin í gongd við eina verkætlan hesum viðvíkjandi er ómetaliga gott og farið eg at ynskja honum hepna hond við arbeiðinum.
 

Nú vit tosa um børnini, so vóru vit fyri kortum vitni til tíðindi um, at pedofilar hava forbrotið seg móti børnum á netinum. Við øktu talgildingini flyta brotsverkini við út á netið – tíverri. Vit hvørki kunnu ella skulu góðtaka slík forkastilig brotsverk,men seta tiltøk í verk alt fyri eitt bæði fyribyrgjandi gjøgnum millum annað SSP samstarvi,  men eisini við tiltøkum at revsa og steðga hesum. Tí er tað sera týdningarmikið, at fráboðað verður í røðuni, at revsilógin verður broytt, so at løgreglan fær tey amboð, ið henni væntar, og at tað verður revsivert at byggja upp samband við børn, við tí fyri eyga seinni at fremja kynsligan ágang móti børnum.  
 

Javnvág millum bygd og bý 
 

Skulu vit kenna okkum sameind sum land, so krevur tað, at javnvág er millum bygd og bý - ella millum útjaðara og miðstað. Vit mugu øll kenna, at uttan mun til hvar, ið vit búgva, so hava vit javnbjóðisatgongd til vælferðartænastur. Vit mugu kenna, at vit eru partur av heildini, og vit hava møguleika at ávirka okkara gerandisdag.

Tað verið seg, tá ið tað kemur til at reka vinnu, nema okkum útbúgving, at gongd til heilsutænastur, við meira.
 

Eg fegnist um, at ferðavinnan verður enn meira skipað, at lóg verður gjørd um gongd í haga, og at meginreglan í ferðavinnupolitikkinum er, at ágóðin av ferðavinnuni skal koma teimum til góðar, úti um landið har ferðavinnan er.
 

At vit menna útbúgvingar og karmar til tess kring alt landið: Rásin verður útbygd, Miðnám á Kambsdali og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.
 

At heilsuøkið verður umskipað, so til ber at veita fleiri og betri tilboð kring landið. Aðalmálið er, at so nógvar kanningar og viðgerðir sum gjørligt skulu gerast í nærumhvørvinum. Vit síggja eina byrjan til hetta longu nú við tað, at tey sum hava demens fara at fáa tænastu kring alt landið, og at dialysuviðgerð byrjar í Suðuroy.  
 

Ein annar týdningarmikil partur av at styrkja javnvágina millum bygd og bý, er almenni sektorurin. Almenni sektorurin er snúningsásin, tá ið tað snýr seg um at veita vælferðartænastur og at menna javnvágina millum land og bý við almennum arbeiðsplássum. 

Tað er tiltrongt at kanna um almenni geirin virkar nóg væl, um hann hóskar til støddina á samfelagnum, og um vit kunnu skipa okkum ørðvísi og bíligari, tá ið tað kemur til almennar tænastur. 

Í hesum sambandi eiga vit eisini at hugsa hugtøkini burðardygd og stuttflutt, inn í myndina. Tað kann vera, at fleiri almennar tænastur kunnu gerast bíligari, og betri, um tær eru í nærumhvørvinum.
 

Náttúru og menniskja
 

Ein fortreyt fyri øllum lívi og virksemi í Føroyum, eins og í restina av heiminum er, at vit virka í javnvág við viðbreknu náttúruna og umhvørvið. At henda javnvág er skeiklað, hava vit sæð í ríkiligt mát her í summar. Hetta hevur verið ein líðandi gongd yvir nógv ár, men at hoyra ST aðalskrivaran sig,a at nú er tíðin við upphiting farin, og vit eru komin í tíðina har heimurin brennur, er skelkandi, hóast vit kanska, innast inni, hava vitað, at tað gekk tann vegin.
 

Vit viðurkenna nokk øll, at vit hava gjørt alt ov lítið og alt ov seint av, tá ið tað kemur til at minka um útlát og verja okkara náttúru, men henda viðurkenning má ikki forða okkum í at gera tað, sum er neyðugt.
 

Vit hava hóast alt fingið samtykt náttúruverndarlógina, og vit koma í ár at hava gjøgnumført sjey av teim 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum. Komandi ár verður arbeitt við 10 átøkum aftrat. Í heyst kemur so uppskot til veðurlagslóg fyri tingi so landstýrið verður bundið til at minka um útlátið, hetta er gott og neyðugt.
 

Fíggjarliga javnvág í landsbúskapinum

Frú forkvinna,


Vit hava hoyrt tað óteljandi ferðir, millum annað frá Búskaparráðnum og Landsbankanum, tað er ikki langtíðarjavnvág í búskapinum, og kanska júst tí, at tað stendur “langtíðar” frammanfyri  orðinum “búskap”, so hevur politiska skipanin í alt ov stóran mun, vent tað blinda eyga til og útsett trupulleikarnar til onkran annan at loysa. 

 

Tað var og er, ikki gamalt, at hugsa longur fram enn 1 ár ella 2 og í mesta lagi tey 4 árini, ið eitt valskeið vanliga er. Eg haldi, at vit kunnu staðfesta, at henda løgmansrøðan setir sera væl orð á hesa avbjóðing, og hon vísir eisini á ítøkilig átøk, ið neyðug eru at fremja.

Okkara samfelag hevur verið fyri nógvum broytingum seinastu 20-30 árini á nærum øllum økjum. Ein tann størsta broytingin er fólkasamansetingin. Vit verða støðugt fleiri eldri, men lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum. Um 20 ár verða tvífalt so nógv yvir 80 ár sum í dag. Vit hava ikki í stóran mun lagt upp fyri hesum broytingum.

Røðan samanber støðuna við eitt skip, har man vanliga støðugt tillagar barlastina, so skipið ikki fær slagsíðu og í ringasta føri koppar. 
 

Tað er øll orsøk til at tillaga barlastina nú, tí gera vit ikki tað, so er tað ivasamt um okkara børn megna at lyfta, tá ið vit gevast at arbeiða.

 

Ofta verður tað misskilt, tá ið tosað verður um, at vit gerast fleiri eldri, at hetta er ein trupuleiki fyri samfelagið, hetta er ikki so. Tvørturímóti er tað gleðiligt og eitt tekin um, at vælferðarsamfelagið hevur nátt sínum endamálið: At vit fáa eitt langt og gott lív.
 

Tá ið okkurt eydnast til fulnar, hevur tað aloftast nýggjar avbjóðingar við sær,  tí mugu vit nú laga barlastina til fyri at tryggja kjølfesti, nú vektin forskjýtur seg í samfelagnum.
 

Røðan vísir á fleiri átøk ið mugu gerast fyri at tryggja okkum kjølfesti sum samfelag. Vit mugu fáa fleiri út á arbeiðsmarknaðin, tey ungu skulu ynskja at geva sítt íkast á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og øll tey av okkara eldru, ið hava hugin og orkuna at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, skulu hava møguleikan og tí skulu tey kunna tjena meir áðrenn tey verða mótroknað.
 

Vit mugu eisini tálma útreiðslunum hjá tí almenna og økja um inntøkurnar. Sum eg áður havi nevnt, so skal almenni geirin eftirhyggjast - ikki bara tí vit verða færri at rinda, men eisini tí tað eru vit øll, ið gjalda av okkara hart vunnu pengum. 

Vit politikarir hava ábyrgdina av at tryggja, at hvør króna verður brúkt við skili, samstundis sum vælferðin verður varðveitt.

Tað er torført at finna javnvágina, men hon má finnast og skal eg taka samanum røðuna, so haldi eg at viljin til at finna og varðveita neyðugu javnvágina í øllum samfelagnum er reyði tráðurin í røðuni.

 

Frú forkvinna,
 

Løgmannsrøðan nertir við nógv evnir og stundir er ikki at nevna tey øll. Hetta var yvirskipaða mál okkara og koma onnur tingfólk úr flokkinum at røða um fleiri av teimum málum, ið henda røða ikki náddi at koma inn á.