- Vit hava gjørt nógvar góðar og neyðugar raðfestingar serliga á vælferðarøkinum, samstundis sum vit hava víst varsemi í rakstrinum.
Serstøk upphædd er sett av at fáa bíðilistarnar niður á øllum trimum sjúkrahúsunum
Serliga Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum fær hægri játtan til at víðka um tænastuna og virksemiå. Ráðgevingin viðvirkar til, at gerandisdagurin hjá familjuni verður lættari, at familjan kann liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni
Í 2024 lata tvey nýggj heim til fólk við serligum tørv upp. Vit hava í fíggjarnevndini tryggjað, at full játtan er til økta virksemið í komandi ári
Skúlin á Trøðni hevur fingið eina hægri játtan, so øll børnini, sum er ávíst til skúlan í 2024, fáa pláss.
- Vit hava eisini gjørt aðrar umraðfestingar, sum eg eri glað og errin um, men hetta er gjørt við skili. Vit hava hildið útreiðsluvøkstrinum niðri á 4,9 prosentum, sum kanska kann ljóða høgt, men havandi í huga, at lønarvøksturin komandi ár er 4 prosent, og at vøksturin seinnu árini hevur ligið á 6-7 prosentum, so er tað lágt.