Seinastu tíðina hava myndugleikarnir tosað um lívstýðandi funktiónir í samfelagnum. Landssjúkrahúsið, Strandferðslan, SEV, almannaverk og annað er nevnt. Hesar funktiónir mugu ikki verða raktar av smittu og sóttarhaldum, sum skerja arbeiðsmegina. Tað er púra rætt. Men børnini verða gloymd.
Tað verður lítið sagt um námsfrøðingarnar og hjálparfólkini, sum eru um okkara børn hvønn dag. Í Klaksvík eru summir stovnar stongdir. Aðrir broyta upplatingartíðirnar. Tað er neyðugt, og eg skilji væl, at tað er tryggari at lata aftur enn at hava opið beint nú.
Aðrastaðni eru stovnar so illa sperdir, at starvsfólk standa einsamøll við nógvum børnum. Tey hava ongan kjans. Eitt er, at økið er undir trýsti uttan koronu, men við koronu er í besta føri tíð til at tryggja, at óhapp ikki henda.
Men hvat um óhappið hendir? Hvør hevur ábyrgdina, tá eitt einsamalt starvsfólk hevur 12 børn rundan um seg, og eitt óhapp hendir? Tað eigur ikki at vera starvsfólkini. Hetta má broytast beinanvegin, og tað tykist sum, at í núverandi støðu er best at lata aftur í eina tíð ella broyta sóttarhaldsreglurnar.
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður