Strandferðslan boðar frá, at strandfaraskipini skulu avmarka talið av ferðafólki frá í dag av. Tey trý skipini Smyril, Teistin og Sam skulu ikki hava meir enn 100 fólk við pr. túr.
Tað er væl skiljandi, at hugsað verður fyrst og fremst um heilsutrygdina hjá fólki og at fylgja tilráðingini um, at tað ikki skulu samlast meir enn 100 fólk á einum stað.
Tað er munur á stúva 100 fólk umborð á Sam og at stúva 100 fólk umborð á Smyril.
Til dømis ger Sam upp til seks túrar um dagin út í Kalsoynna, har tað búgva á leið 75 fólk. Í dag, ein fríggjadag, ger Smyril tveir túrar millum Suðuroynna og Havnina og aðrar dagar tríggjar túrar. Longu klokkan 11.25 í dag vóru nokk av bilum á keiini í Havn, til at tey 100 plássini vóru tikin. Serliga, tá hugsað verður um, at nøkur eisini eru til gongu. Altso hálvanannan tíma áðrenn fráferð er longu fullmannað.
Smyril er eitt skip av slíkari stødd, at har síggjast 100 fólk ikki aftur. Summi meta, at henda støðan kanska fer at vara við nakað út á summarið. So øll tey mongu í Suðuroynni, sum arbeiða aðrastaðni í landinum og fara heim í vikuskiftinum, sleppa ikki við. Smyril verður einasta ruta, har sum henda avmarking kemur at merkjast ógvuslig.
Hevur mann hugsað um støddina á Smyrli, og hvussu lætt mann kann skilja ferðafólkið frá hvørjum øðrum umborð? Við til dømis at skilja tvey stór cafeteria í tveir partar hvør og flúgvarasetur í tveir partar, við tað at inngongd er frá báðum endum. Harumframt er eitt stórt tal av kømrum, hvar fólk kunnu sita atskild, og fundarrúm og annað, sum ikki verður brúkt í dag. Er læknaliga tilráðingin henda loysnin, sum nú er vald, so er onki at gera. Men so mugu fleiri túrar gerast, um ikki alt skal stoppa upp.
Hettar kundi verið til umhugsunar hjá SSL. Við eini vælumhugsaðari sundurskiljing av ferðafólkinum, kundu munandi fleiri ferðafólk sloppið við uttan at komið í nærheitina av hvørjum øðrum.
Henrik Old