Sunneva Lambavík
Lesarabræv07. februar 2024
Sunneva Lambavík

Er fólkaskúlin einasta orsøkin til vánaligu PISA-úrslitini?

Er tað rætt, bert at eftirmeta fólkaskúlan í samband við PISA -úrslitini? Hava vit ikki tørv á einum breiðari kjaki um, hvussu vit samfelagsliga kunnu betra um úrslitini?

Fyri jól vórðu nýggjastu úrslitini av PISA-kanningini løgd fram. Tølini vóru skelkandi. Serfrøðingar og fakfólk eftirmettu úrslitini og komu við boðum uppá, hvussu vit kunnu betra fólkaskúlan og harvið PISA-úrslitini. 

Eg sakni eitt kjak um hvussu foreldur, avvarðandi, dagstovnar og frítíðartilboð, saman við fólkaskúlanum, kunnu styðja upp undir menningina, og harvið betra um PISA-úrslitini hjá okkara børnum og ungu. 

Sum mamma, námsfrøðingur og lærari á serbreytini síggi eg, hvussu stóran týdning heimið hevur fyri menningina hjá næminginum. Læra, menning og skúli er nógv annað enn at lesa, skriva og rokna. Tað er nógv annað, sum vit sum foreldur og avvarðandi kunnu læra okkara børn, ið ger tað lættari at læra, mennast og at vera í skúla.

At vit sum foreldur og avvarðandi eru tilvitað um, týdningin at vera saman við, um, og í tal við okkara børn. Seta okkum sum mál at læra okkara børn gerandis førleikar: Fólkaskikk, at bíða eftir túri, at binda lissur, klokkuna, mánaðirnar í árinum, dagarnar í mánaðinum, bygdirnar, londini rundan um okkum o.s.fr.  

At vit í gerandisdegnum spæla borðspøl, lesa og syngja. At vit sum foreldur eru greið vaksin, ið seta hóskandi krøv og mørk. Eru tilvitað um skíggjanýtsluna, ið tekur tíð frá øðrum, ið børnini skulu læra. 

Eisini eiga vit at eftirmeta, hvat børnini skulu læra á dagstovni og í frítíðartilboðum. Gera politiskar raðfestingar og skapa umstøður, ið ger tað møguligt hjá starvsfólkunum, ið arbeiða á dagstovnaøkinum at arbeiða fakliga, og at seta mál fyri menningini hjá einstaka barninum.  

Eitt orðatak sigur “Tað krevur ein bygd at uppala eitt barn”. Í hesum liggur ein áminning um, at vit liva í samspæli við onnur, at vísa samábyrgd og at rætta eina hjálpandi hond. Gera vit ikki øll okkara til, fer skjótt at vanta í. 

Fólkaskúlin er ikki einasta orsøk til vánaligu PISA–úrslitini. Vit hava øll ábyrgd av trivnaðinum og menningini hjá okkara børnum. 

Tí eiga vit at hyggja inneftir, frameftir og hugsa nýtt. Seta orð á hvussu heim, skúli, dagstovnur og frítíðartilboð kunnu arbeiða betri saman, samstundis sum vit gera munagóðar politiskar raðfestingar børnunum at frama. Gera vit tað, eri eg sannførd um, at vit fara at síggja tað aftur í komandi PISA-úrslitum!  

Sunneva Lambavík