Í alt ov langa tíð hava føroyskir fangar - sum eisini eru føroyskir borgarar – havt ússalig kor. Ein semja um eitt nýtt fongsul í Føroyum hómast í havsbrúnni, men vit mugu taka eitt tak aftrat, so tað kemur endaliga upp á pláss.

Hetta málið hevur nógvar samstarvsfelagar. Fleiri flokkar og politikarar arbeiða fyri sakini. Tað er gott. Í 2020 løgdu Rósa Samuelsen og eg sjálvur uppskot fram á løgtingi um fáa umstøðurnar í Mjørkadali nøktandi.
Uppskotið bleiv samtykt, og landsstýrið fekk tá fyri fyrstu ferð eina samtykta skyldu til at arbeiða við málinum.
Nøkur framstig eru hend síðan. Men enn er einki endaliga komið upp á pláss.
Hetta er eitt danskt málsøki, og tí kann fólkatingssessurin brúkast til áhaldandi at fylgja upp, so hesir borgararnir eisini fáa virðilig kor.
Tað er eitt av mínum hjartamálum til hetta fólkatingsvalið, og eg vóni at fáa møguleikan at hjálpa til við hesum á fólkatingi.
Djóni Nolsøe Joensen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin