- Hetta var ein stór løta. Nýggja lógin fer at styrkja SEV og setur ferð á grøna orkuskiftið, siga Ingilín D. Strøm og Magna Eliana Mørkøre, nú uppskotið um elveiting varð samtykt í løgtinginum í dag.
Deil:
Frameftir verður tað bara SEV, sum kann eiga og reka elnet í Føroyum. Tað styrkir samhaldsfesti.
Útbyggingarætlan tryggjar at framleiðslan úr vindi trífaldast komandi fimm árini.
Open door er ikki neyðugt longur, tí at vit eru farin yvir til eina skipan við skipaðum útboðum eftir eini tíðarfestari útbyggingarætlan
Tíðarskeið við nógvari grønari elframleiðslu skulu geva lægri elprís. SEV skipar ein elmarknað har el verður boðið til sølu døgn fyri døgn, tíma fyri tíma.
Við nýggju skipanini fær SEV eisini størri rásarrúm at veita avsláttur í elprísunum, so at avlopsel úr varandi orkukeldum so vítt gjørligt verður gagnnýtt heldur enn at fara fyri skeyti.