Tíðindi29. januar 2022

Elsta arbeiðskvinnufelagið 100 ár

Í dag er ein sannur merkisdagur í føroyskari fakfelagssøgu, føroyskari kvinnusøgu og føroyskari søgu sum heild. Í dag fyri 100 árum síðani tóku kvinnur kring Trongisvágsfjørð lógvatak saman og stovnaðu Fiskepigernes Fagforening, ið – sum navnið ber brá av – skuldi skipa tær mongu fiskagenturnar kring fjørðin.

Mynd: Fyrsta gerðabók hjá Fiskepigernes Fagforening í 1922 (Tvøroyrar Skjalasavn)

 
Tað var neyvan av tilvild, at fiskagenturnar á júst hesum plássi skuldu gerast tær fyrstu at skipa seg, tí burtur úr ta stóru fátækt, ið merkti hesa nýggju stætt - arbeiðarastættina - tók seg upp eitt sterkt samanhald og sosialt medvit, ið tá ikki hevði sín líka aðrastaðni í landinum.
 
Hendan stætt skuldi gerast ein hin týdningarmesta grundsúlan í Føroya Javnaðarflokki, ið varð stovnaður bert ár aftaná.
P.M. Dam megnaði at byggja upp eitt gott samstarv millum Fiskepigernes Fagforening, Enigheden (seinni Fylking) og Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, og tað er ongin ivi um, at Føroya Javnaðarflokkur á Tvøroyri hevur átt nógvar góðar stuðlar – og hevur tað enn.

Tað var eitt ódnartak hjá hesum kvinnum at skipa seg í fakfelag, tí korini vóru smá og mótstøðan øgilig. Men samanhaldið var gott, viljin stórur og dreymarnir nógvir.

Fiskepigernes Fagforening legði grundarlagið undir skipað viðurskifti fyri tær mongu kvinnurnar, sum hesi ár stroymdu út á arbeiðsmarknaðin. Eitt bragd, ið ongantíð má gloymast.

Hesi orð, ið enn eru okkum øllum til áminningar, skrivaði Sverre Midjord, javnaðartingmaður, tvøramaður og valari, tá Fiskepigernes Fagforening fylti 75 ár:

“Tit, sum í dag hava ábyrgdina: hyggið at hvat tær, sum løgdu støði, gjørdu og haldið áfram í sama anda, tí undangongukvinnurnar í Fiskepigernes Fagforening, tær bygdu land og framdu í verki tiltøk til gagns fyri Føroya fólk.”
Javnaðarflokkurin takkar Fiskepigernes Fagforening fyri stríðið og gott samstarv hesi seinastu 100 árini - hjartaliga til lukku við degnum.