Hvussu vilt tú búgva, tá tú verður gomul Kristianna? Hesin viðkomandi spurningurin kom frá eini grannakonu, ein dagin vit arbeiddu við at umvæla tað deiliga spæliplássið í gøtuni.
Og tað er sanniliga ein viðkomandi spurningur. Sjálv rokni eg við, at mítt ynski sum eldri verður at búgva heima sum longst, við góðum møguleikum at vera virkin saman við øðrum, um eg livi so leingi.
Vit eru í dag so heppin, at vit liva longri enn fyrr. Og tí er tað meira neyðugt enn nakrantíð at finna tær røttu loysnirnar, so at eldri fólk kunnu liva eitt virðiligt lív í kommununi. Millum neyðugar raðfestingar á eldraøkinum eru:
Fleiri røktarheimspláss og fleiri umlættingarpláss eru neyðug. Stórur tørvur er á plássum til bráðfeingis umlætting, eisini til eldri við demensi. Bæði eldri fólk og teirra avvarðandi hava uppiborið betri møguleikar fyri umlætting.
Vit eiga at byggja eldravinaligar bústaðir til fólk, sum kunnu búgva heima, men við røktarstuðli frá heimatænastuni. Felagshús skulu hugsast inn í hesa bygging, har fólk kunnu hittast at eta saman, at práta og annars vera saman eftir tørvi. Kenslan av einsemi er tíverri ikki so sjáldsom millum eldri fólk, so vit skulu skapa góðar karmar fyri samveru. Hetta økir um lívsgóðskuna.
Sum heild skal størri fleksibilitetur vera í tænastunum frá Heimatænastuni. Tørvurin er so ymiskur, og fólk skulu hava ávirkan á, hvussu tey ynskja at brúka tænasturnar.
Stórur tørvur er á skikkaðum starvsfólki á eldraøkinum, og tað er neyðugt at skapa karmar, so at fólk velja at starvast á hesum lívsneyðuga øki. Til hetta krevst økt normering, umframt lagaligari arbeiðstíðir: tað skal vera gjørligt at arbeiða bæði fulla tíð og niðursetta tíð, men hetta skal vera eftir egnum ynski. At arbeiðsvikan verður 37 tímar heldur enn teir núverandi 40 tímarnar, er avgerandi fyri at fáa betri arbeiðsumstøður til starvsfólk á eldraøkinum.
Nú eru 5 ár liðin, síðani kommunurnar fingu fulla ábyrgd av eldraøkinum, og ein eftirmeting av økinum skal gerast fyri at fáa greiðu á, um okkara eldraøki er rætt skipað
Við størstu virðing fyri okkara eldru og fyri starvsfólkunum, sum velja at arbeiða á eldraøkinum, fari eg at gera mítt fyri, at vit av sonnum kunnu vera errin av eldraøkinum í høvuðsstaðarkommununi. Hetta um eg fái høvi til tess eftir býráðsvalið.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin