Seinasti framløgudagur hevur verið, men landsstýrið er framvegis ikki komið við nakrar verklagslóg um Famjinstunnilin. Tað hevur fingið Bjarna Hammer at stúra fyri, at tunnilin verður seinkaður, og tí hevur hann sett Jørgeni Niclasen ein fyrispurning.
Løgtingið hevur samtykt, at Fámjinstunnilin skal gerast, og peningur er settur av til endamálið. Tríggjar milliónir vórðu játtaðar til prosjektering av verkætlanini í 2020. Í 2021 eru 25 milliónir játtaðar, og eftir ætlan verða 63 milliónir játtaðar í 2022 og 30 milliónir í 2023. Øll verkætlanin er mett at kosta 103-125 milliónir. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at arbeiðið byrjar í summar, men fyri at arbeiðið veruliga kann byrja, má ein verklagslóg samtykkjast fyrst. Seinasti framløgudagur var fríggjadagin 5. mars, og tá var verklagslógin ikki ímillum lógaruppskotini frá samgonguni.
- Famjiningar og suðuroyingar í síni heild eru farnir at stúra fyri, um arbeiðið fer at byrja í summar, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, nú ongin verklagslóg fyriliggur. Men sjálvt um ongin verklagslóg fyriliggur í dag, kann landsstýrismaðurin enn náa at koma í Løgtingið við verklagslógini, áðrenn Løgtingið fer í summarferiu, soleiðis at arbeiðið kann bjóðast út og byrja í summar. Tað skulu 17 undirskriftir til, og tað er helst ongin trupulleiki at fáa, sigur Bjarni Hammer, sum í dag hevur sent landsstýrismanninum við samferðslumálum ein §52 fyrispurning um evnið.