Heðin Mortensen hevur í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein fyrispurning um bústaðir. Hann vil hava at vita, hvat landsstýriskvinnan ger til tess at tryggja øllum føroyingum eitt trygt og gott heim.
Heðin Mortensen spyr landsstýriskvinnuna, um hon heldur, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa til at finna sær bústað, er nøktandi og um nøkur ítøkilig ætlan er um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin.
- Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, eiga allar familjur og einstaklingar at hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey, sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum, sigur Heðin Mortensen.
Í dag ræður landið einans yvir tveimum bústøðum, sum tó einans eru til stakar uppihaldarar, og í mesta lagi í eitt ár. Heðin Mortensen vísir á, at vantandi bústaðarmøguleikar fáa fólk at flyta av landinum, hóast tey helst vildu verið í Føroyum.
- Onnur royna enn at stríðast fyri at verða verandi her, men noyðast at brúka mestsum alla sína orku til at stríðast fyri at fáa ella varðveita bústað, og fáa tí ikki givið tað virðismikla íkast til samfelagið, sum tey annars kundu, sigur Heðin Mortensen og vísir á, at tað at skapa borgarum møguleika at seta búgv er ein av fremstu uppgávunum politiski myndugleikin hevur.
- Uttan fólkið, her býr, eru vit lítið ella einki ment. Uttan búsetingarmøguleikar er einki framtíðar samfelag og fyri undirritaða at síggja, hevur landsstýrið mestsum kastað frá sær, sigur Heðin Mortensen.