Tá tú hevur børn við serligum tørvi, mást tú ikki kenna teg sleptan uppá fjall av myndugleikunum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
”Tá tú hevur børn við serligum tørvi, mást tú ikki kenna teg sleptan uppá fjall av myndugleikunum. Eingin skal kenna seg sleptan uppá fjall av myndugleikunum. Tað kunnu vit ikki liva við. Seinastu tíðina hava vit hoyrt um nøkur foreldur at børnum við down syndromi, sum ikki kenna seg hoyrd. Tað harmar meg, og tí havi eg bjóðað avvarðandi pørtum í hesum málinum til fund. Eg síggi fram til at taka eitt prát við foreldrini og hinar partarnar í málinum. Fundurin verður í morgin, og tað er mítt mál, at vit eftir fundin finna eina loysn.”, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.