Nú kemur andstøðan við ákærum um, at vit í samgonguni á Vaglinum niðurraðfesta eldraøkið. Í skrivinum hjá andstøðuni er ein røð av pástandum, sum krevja nærri svar.
Tað undrar at lesa, at ongar fyrireikingar hava verið til røktarheimið, sum skal byggjast í høvuðsstaðnum, tí eisini umboðið hjá andstøðuni hevur luttikið í fundarvirksemi hjá bygginevndini fyri nýggja røktarheimið.
Staðseting og raðfestingar
Andstøðan harmast um staðsetingina, sum hendan sama andstøðan við eymk og fret megnaði at fáa uppá pláss stutt undan valinum í november 2020, og sum vit nú broyta. Okkara broyting merkir, at nýggja røktarheimið skal byggjast á kommunalt lendi. Hendan staðseting verður annars formliga avgreidd sum nakað av tí fyrsta, vit gera, tá ið vit hittast aftur.
Andstøðan ákærir okkum eisini fyri at lúgva um okkara meirnormeringar á eldraøkinum. Til hetta kann eg bara vísa til komandi fíggjarætlan, har hendan meirnormeringin verður staðfest.
Viðvíkjandi eldradeplinum í Kollafirði, sum av sonnum er hart tiltrongdur, arbeiða vit við at finna røttu loysnina fyri kollfirðingar og fyri kommununa. At hesin eldradepil ikki er bygdur fyri langari tíð síðani, dugi eg ikki at skilja. Men kanska andstøðan hevur eina góða frágreiðing.
Eldraøkið skal framtíðartryggjast
Vit eru nú í holt við eitt víðfevnt arbeiði við tí endamáli at framtíðartryggja eldraøkið. Avbjóðingarnar eru risastórar, og tær eru ikki nýggjar. Vit menniskju eru so heppin, at vit liva longri, og vit fáa alsamt betri møguleikar fyri viðgerð í heilsuverkinum. Tørvurin á tænastum og búplássum frá kommununi økist í hvørjum. Samstundis eru ábendingar um, at tað gerast færri skattgjaldarar at rinda fyri tænasturnar komandi árini.
Ein risastór avbjóðing er tørvurin á starvsfólki á eldraøkinum, og eldrarøktin hevur trupulleikar við at útvega neyðug og faklærd starvsfólk, umframt at fleiri fólk arbeiða niðursetta tíð innan eldrarøktina. Búskaparráðið hevur eisini viðgjørt avbjóðingarnar á eldraøkinum, og vísir á, at tað er neyðugt at taka hesar avbjóðingar í størsta álvara.
Og hetta er júst tað, sum vit gera, tí vit vilja framtíðartryggja eldraøkið.
Harmist ikki
Eg kann tískil ugga ta harmandi andstøðuna við, at samgongan sanniliga raðfestir eldraøkið. Júst sum fleiri okkara góvu lyfti um undan valinum. At tað ikki gongur so skjótt, sum eg sjálv kundi ynskt mær, skilja tey flestu í andstøðuni ivaleyst, tí tey hava verið í politikki í nógv ár. Og tey minnast allarhelst, hvussu leingi tað tók teimum at koma til eina staðseting av nýggja røktarheiminum.
Sæð í hesum ljósi eru teirra viðmerkingar eftir mínum tykki óseriøsar, men okkurt skal andstøðan jú gera.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar býráð