Seinastu tíðina hava fólk á eystara armi á Skálafjørðinum verið rættiliga ørkymlað um kommunulæknaviðurskiftini. Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett landsstýrismanninum við heilsumálum ein fyrispurning.
Tað er ikki í lagi, at kommunulæknatænastan í einum so fólkaríkum øki sum Runavíkarøkinum ikki er betri. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen ein fyrispurning, sum skal svarast munnliga á tingi í morgin.
Málið snýr seg um, at fólk á eystara armi á Skálafjørðinum seinastu tíðina hava verið rættiliga ørkymlað um kommunulæknaviðurskiftini. Serliga hevur tað verið torført at fingið fatur á læknanum.
Tá ein so endiliga er komin ígjøgnum, er ein so langt afturi í bíðirøðini, at fólk bara leggja á aftur. Ikki er óvanligt, at eingin tíð er fyribils, at bíðitíðin er sera long til ein sleppur framat, ella at boð verða givin um, at eingin lækni er í ávísari viðtalu hesa vikuna. Ein verður síðani vístur til lækna 2, 3 ella 4. Fjórði læknin er á Strondum, og um ein er sjúkur og/ella ikki hevur bil, kann tað vera langt at fara yvir um fjørð til lækna. Hesi óskipaðu læknaviðurskiftini raka serliga tey gomlu, sjúku og veiku hart, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til fyrispurningin.