Hóast hundraðtals mótmælisundirskriftir, tvíheldur samgongan í Tórshavnar Býráð um at fremja ætlaninar um at skipa dagstovnaøkið í Havn í 4-6 eindir við eindarleiðslum. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mótmælir.
Pedagogar, eins og onnur við innliti í viðurskiftini, hava víst á, at hesi tiltøk als ikki bøta um teir trupulleikar, ið dagstovnarnir í Havn dragast við. Tey hava víst á, at øktar arbeiðsbyrðar og vantandi dagføringar av játtanum hava hava við sær størri trýst á gerandisdagin hjá børnum og starvsfólkum.
Svarið er tvørturímóti betri normeringar á stovnunum, soleiðis at játtaninar til leiðsluarbeiðið á stovnunum verða øktar, og virksemið á gólvinum fær betri karmar at virka undir.
At seta í verk hesa skipan við fjarleiðslu fer bara at hava við sær nýggjar trupulleikar og verri umstøður á stovnunum. Javnaðarflokkurin í býráðnum hevur staðiliga mælt til at leggja á annan bógv, soleiðis at gerandisdagurin á stovnunum verður settur í fokus, og sjálvsavgerðarrætturin hjá leiðslu og starvsfólki verður virdur.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stuðlar býráðsumboðum floksins í royndunum at fáa eina skynsama loysn á málinum, og mótmæla vit, at eindarleiðsluskipanin verður kroyst yvir høvdið á teimum, sum dag og dagliga virka í dagstovnaøkinum.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Bergur P Dam, form.