Henrik Old
Tíðindi04. september 2021
Henrik Old

Ein tøkk frá Henriki

Stóra tøkk til øll tey, sum vóru við til at skipa so fyri, at fundurin hjá Útnorðurráðnum í Vági eydnaðist so sera væl hesa vikuna.

Tað ber til, tá fólk eru sinnað at samstarva, so tað besta kemur burturúr.

Hettar umfataði gisting í hyttunum og á Brim, mat og gisting á Bakkanum, mat á Garðslon, sera vælegnaðu hølini hjá Frelsunarherinum í Vági, frágreiðing frá Jens Petur um Marghøllina og Pálshøll, blíðskap frá Vágs kommunu og túr við Johannu suður ímóti Akrabergstanga. Takk til Símun Berg fyri stroyming.
 
Harumframt var ein sera góð rundvísing og frágreiðing um virksemi á Varðanum og svar upp á spurningar, sum øll vóru sera áhugað í og glað fyri.
 
Tá tíðin ikki loyvdi meir, so bleiv koyrt ein túr gjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin og vent á Fiskieiðinum, áðrenn gestirnir fóru vælnøgdir umborð aftur á Smyril tórskvøldið.
 
Hjá flestu grønlendingumum og íslendingunum var hetta fyrstu ferð, at tey settu fótin á land í Suðuroynni og vóru øll takksom fyri stóran blíðskap. Ikki minst var veðrið fínt, dagarnir Útnorðurráðsfundurin vardi.

Hjartans tøkk øll, sum virkaðu við til, at hetta eydnaðist so sera væl.

Henrik Old