Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum flytur seg skjótt, og tey flestu í arbeiðsførum aldri eru í arbeiði. Tað er arbeiði til allar hendur verður sagt. Samstundis er okkara arbeiðsmarknaðarlóggáva afturútsigld á fleiri týðandi økjum samanborið við lóggávuna á evropeiska meginlandinum. Lat meg taka nøkur dømi:
Privatsett starvsfólk ongan lógartryggjaðan rætt til rímiliga grundgeving fyri uppsøgn
Í donsku starvsmannalógini (funktionærloven) er ásett í § 2b, at starvsfólk, sum hava verið í starvi óavbrotið í minst eitt ár áðrenn eina uppsøgn ella burturvísing hava rætt til eina rímiliga grundgeving. Brot á ta skylduna gevur rætt til samsýning til viðkomandi starvsfólk. Sum rímilig grundgeving kann eitt nú nevnast rakstrarviðurskifti hjá arbeiðsgevaranum ella atburður hjá starvsfólkinum.
Føroyska starvsmannalógin er frá 1958 og seinast broytt í 1970, og har stendur eingin líknandi áseting. Hóast tað, kunnu tað vera rættindi, ið eru sáttmálasett um t.d. rímiliga grundgeving. Tørvur er á, at øll fáa tryggjaði javnbjóðis rættindi í lóggávuni, og tí eigur ein komandi samgonga at eftirhyggja alla starvsmannalógina til tess at fremja neyðugar dagføringar til frama fyri øll starvsfólk í landinum.
Hendan dagføringin snýr seg um grundleggjandi rættindir, sum ein arbeiðstakari eigur at hava, og hevur ongar fíggjarligar avleiðingar.
Eyka frídagar, um starvsfólk gerst sjúkt í vunnu frítíðini
Endamálið við einari frítíð er at hvíla seg og hava frítíð til tess at megna at arbeiða allar hinar gerandisdagarnar í árinum. Men hvat hendir í Føroyum, um tú gerst sjúkur í tínari vunnu frítíð? Svarið er sum oftast – onki!
Í Danmark hava starvsfólk ein lógartryggjaðan rætt til eyka frídagar fyri teir dagar, har starvsfólk er vorðið rakt av sjúku. Treytirnar eru, at man meldar seg sjúkan fyrsta sjúkradag. So fær man eyka frítíð fyri dagarnar eftir 5. sjúkradag, tvs. ein “karantenutíð” er galdandi í fimm dagar. Í Føroyum er eingin tílík skipan. Úrslitið er, at fólk, ið hava tørv á hvíld og frítíð, ikki fáa ta hvíld og frítíð, um sjúka í fleiri dagar ger seg galdandi. Eisini á hesum økinum er tørvur á at eftirhyggja føroysku frítíðarlógina.
At gera hesa dagføring hevur sjálvsagt nakrar umkostningar við sær, sum koma at liggja á arbeiðsgevaranum, men hinvegin kann manglandi frítíð skapa fleiri sjúkudagar.
Javnstøða – ikki bert á kynum
Í dag hava vit tvær lógir um javnstøðu. Ein teirra er javnstøðulógin, og hin er lóg um at beina fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek. Umframt nevndu lógir, hava evropeisk lond eina lóg, ið eisini bannar fyri mismuni vegna rasu, húðarlit, etniskan uppruna, átrúnað, kynsliga sannføring, tjóðskaparligt ella sosialan uppruna, politiska sannføring, aldur og brek (forskelsbehandlingsloven). Tílíka lóg mangla vit í Føroyum. Vit hava heldur onga lóg, ið tryggjar móti mismuni, um man er limur í fakfelag. Í Danmark verður tann lógin rópt fagforeningsfrihedsloven.
Samanumtikið
Dømini omanfyri eru bert nøkur fá úr rúgvuni av dømum, har tørvur er á at dagføra føroyska arbeiðsmarknaðin. At gera hesar dagføringar, setir borgaran í eina betri varda støðu, og nevndu dømini hava sum so ongar fíggjarligar avleiðingar.
Terji Beder,
valevni fyri Javnaðarflokkin